Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. september 2013Nr. 114
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands
§ 1
Í kunngerð nr. 90 frá 27. september 2006 um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands, sum broytt við kunngerð nr. 91 frá 30. august 2010, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“Kunngerð um gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur uttanlands fyri sjúklingar og fylgjarar”.
2. Í innganginum verður “§ 9, stk. 3” broytt til: “§ 9, stk. 5”.
3. §§ 7, 8 og 9 verða orðaðar soleiðis:
§ 7. Tá ið fyrisitingin innan sjúkrahúsverkið metir, at sjúklingur, vegna lívshóttandi sjúku, ella vegna likamligt, sálarligt ella sosialt ófullføri, ikki er førur fyri at ferðast ella uppihalda sær einsamallur uttanlands, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslur fyri ein fylgjara til og frá viðgerðarstað.
Stk. 2. Tá ið avgerð verður tikin um fylgjara, metir fyrisitingin innan sjúkrahúsverkið, um tað er neyðugt at hava fylgjara alla viðgerðartíðina. Fyrisitingin kann í hesum sambandi taka avgerð um, bert at bera ferða- og uppihaldsútreiðslur fyri fylgjara partar av viðgerðartíðini..
Stk. 3. Treytin fyri at verða fylgjari hjá sjúklingi sambært hesi kunngerð er, at fylgjari er myndugur og er førur fyri at átaka sær uppgávuna sum fylgjari. Fylgjari skal ikki hava aðrar ábyrgdir, meðan viðkomandi er fylgjari hjá sjúklingi.
§ 8. Er sjúklingur yngri enn 18 ár, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslur fyri ein fylgjara, uttan mun til um treytirnar í § 7 eru uppfyltar.
Stk. 2. Í serligum førum kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslur, so tveir fylgjarar kunnu fara við sjúklingi, yngri enn 18 ár, uttanlands.
Stk. 3. Fyrisitingin innan sjúkrahúsverkið tekur avgerð í málum sambært stk. 1 og 2.
§ 9. Um sjúklingur, sum hevur fingið fylgjara sambært § 7 ella § 8, liggur sjúkur uttanlands í 4 vikur ella longri, kann sjúkrahúsverkið bera útreiðslurnar av, at fylgjarar kunnu skiftast um at fara uttanlands at vera um sjúklingin, so ein fylgjari kann vera skiftur út aftaná 4 vikur.
Stk. 2. Ynskja fylgjarar at skiftast um at vera um sjúklingin í styttri tíðarskeið, bera fylgjararnir sjálvir ferðaútreiðslur sínar. Sjúkrahúsverkið ber tó uppihalds- og kostútreiðslur hjá viðkomandi.
Stk. 3. Fyrisitingin innan sjúkrahúsverkið tekur avgerð í málum sambært stk. 1 og 2.”
4. Í § 10 a verður ”Ávístir fylgjarar” broytt til: ”Fylgjarar, fevndir av hesi kunngerð,”.
5. Í § 13 verður aftan á ”sjúklingur” sett: ”ella fylgjari”, og aftan á ”sjúklingurin” sett: ”ella fylgjarin”.
6. Í § 14 verður ”Persónur, ið er ávístur sum fylgjari hjá sjúklingi,” broytt til: ”Fylgjari, fevndur av hesi kunngerð,”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 10. september 2013
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)