13. desember 2010Nr. 114
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands
§ 1
Í kunngerð nr. 95 frá 27. juni 2005 um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands, sum seinast broytt við kunngerð nr. 44 frá 10. mai 2010, verður § 3a orðað soleiðis:
„§ 3 a. Uppboðssølukravið í § 3 er ikki galdandi fyri kalva, hávasløg, skøtusløg, stinglaks, langasporl og blálongu.
Stk. 2. Fram til 1. apríl 2011 er uppboðssølukravið ikki galdandi fyri hýsu.“
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 13. desember 2010
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)