15. juli 2019Nr. 114
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski og rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi við Svalbard í 2019
(Hækking av útlutaðu fiskidøgunum eftir rækjum)
§ 1
Í kunngerð nr. 173 frá 21. desember 2018 um veiðu eftir botnfiski og rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi við Svalbard í 2019 verður í § 5, stk. 3, 1. pkt. “Av fiskidøgunum, sambært stk. 1, verða 508 fiskidagar” broytt til: “Fiskidagarnir, sambært stk. 1, verða”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 15. juli 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)