Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 07-12-2000
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

22. november 2000Nr. 114

Kunngerð

um

verkætlanaruppgávuna

Við heimild § 14, stk. 5, í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan við seinni broytingum verður ásett:

Kapittul 1

Endamál

§ 1. Á 9. og 10. floksstigi gera næmingarnir einsæris ella í bólki eina kravda verkætlanaruppgávu, ið skal vera partur av undirvísingini á hesum floksstigum.

Stk. 2.  Arbeiðið at gera verkætlanaruppgávuna skal menna verkætlanarliga arbeiðsháttin og geva næminginum høvi til at fáa eina fjølbroytta meting av arbeiði sínum við einum tvørgreinaligum evni við einum ella fleiri spurdómum.

Kapittul 2

Fyrireiking og fremjing

§ 2.  Undir ábyrgd skúlaleiðarans og samskipan flokslærarans skulu lærarar floksins í samstarvi við næmingarnar velja eitt høvuðsevni, ið skal vera so rúmt orðað, at til ber at lýsa tað úr ymiskum fakligum sjónarhornum.

Stk. 2.  Høvuðsevnið skal vera soleiðis háttað, at tað ber til at orða partsevni, sum skulu fata um evni og háttaløg (metode) og harumframt arbeiðshættir og  málbúnar úr ymiskum lærugreinum, so at allir næmingar kunnu fáa sínar avbjóðingar.

Stk. 3.  Áðrenn farið verður undir verkætlanina, skulu næmingarnir hava nágreiniliga kunning um endamál, bygnað, krøv o.a. í eini verkætlanaruppgávu. Somuleiðis skulu teir verða kunnaðir um, hvat dentur verður lagdur á í uppgávudømingini.

§ 3.  Lærarar floksins skulu undir allari tilgongdini vera tøkir at vegleiða næmingunum við uppgávuni.

Stk. 2.  Vegleiðing læraranna skal geva tí einstaka næminginum møguleika at taka støði í egnum fortreytum og áhuga, tá ið arbeitt verður við verkætlanaruppgávuni.

Stk. 3.  Við atliti at ásetingunum í stk. 2 skal vegleiðingin hjálpa næmingum

1)   at finna  og avmarka eitt hóskandi evni, sum hevur ein ella fleiri spurdómar,

2)   at gera aðrar neyðugar avmarkingar í innihaldinum í verkætlanini,

3)   at velja og nýta arbeiðs- og kanningarhættir,

4)   at velja og nýta innihald úr ymiskum lærugreinum/lærugreinapørtum,

5)   at velja og nýta keldur og tilfar,

6)   at velja og nýta ymsar málbúnar, 

7)   at gera ítøkiliga avrikið og

8)      at fyrireika og fremja framløgur.

§ 4.  Verkætlanaruppgávan skal enda í einum ítøkiligum avriki, har næmingarnir velja málbúna og framsetingarhættir í teimum karmum, sum skúlin hevur tøkar.

§ 5.  Verkætlanaruppgávan skal verða liðug í seinasta lagi 25. apríl. Næmingarnir fáa 5 fylgjandi skúladagar til at gera uppgávuna lidna og til tess at fyrireika uppgávuframløguna. Framløgan er antin einstaklingsframløga ella bólkaframløga.

Kapittul 3

Meting

§ 6.  Verkætlanaruppgávan verður mett við skrivligari frágreiðing, og harumframt kann hon verða talmett, um næmingurin ynskir tað.

Stk. 2.  Skrivliga metingin skal hava sítt støði í

1)   Fakliga innihaldinum, herímillum í hvønn mun næmingurin hevur verið førur fyri at vísa grundleggjandi kunnleika og fimi í fleiri lærugreinum, og um hann hevur sýnt innlit í grundleggjandi lærugreinaøki,

2)   arbeiðsgongdini í teimum ymisku stigunum, herímillum djúphugsni næmingsins í evninum og samstarvi hansara við onnur, og hvussu næmingurin dugir at fyrireika, savna upplýsingar og viðgera evnið,

3)   avrikinum, herímillum málbúnaði og framløguhátti og

4)   sambandinum millum innihald og arbeiðslag næmingsins, málbúnaðinum og framberingini.

Stk. 3. Um næmingurin vil hava uppgávuna talmetta, verður próvtalið ásett sum ein       heildarmeting av teimum í stk. 2 ásettu luteindum.

§ 7. Áðrenn framløguna skal næmingurin boða skúlanum frá, um hann eisini vil hava uppgávuna talmetta, smb. § 7, stk. 1.

Stk. 2. Verkætlanaruppgávan skal vera próvdømd í seinasta lagi eina viku, áðrenn skrivligu royndirnar byrja.

Stk. 3. Í seinasta lagi 1. juni skal næmingurin boða skúlanum frá, um skrivliga metingin og talmetið skal verða skrivað á fráfaringarskjalið.

Kapittul 4

Fráboðan og frávik

§ 8.  Skúlarnir boða Undirvísingar- og Mentamálastýrinum frá á oyðublaði um uppgávufremjingina. Fráboðanin skal verða Undirvísingar- og Mentamálastýrinum í hendi í seinasta lagi 1. juli í tí skúlaárinum, sum verkætlanaruppgávan er gjørd.

Kapittul 5

Gildissetan o.a.

§ 9.  Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Undirvísingar- og Mentamálastýrið, 22. november 2000

 

 

 

Torbjørn Jacobsen (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Petur Petersen (sign.)