Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. oktober 2023Nr. 114
Kunngerð um handil við ethanoli til tekniska nýtslu
Við heimild í § 4, stk. 2 og § 13, stk. 4 í løgtingslóg nr. 111 frá 20. oktober 2023 um innflutning, framleiðslu og sølu av rúsdrekka (Rúsdrekkalógin) verður ásett:
§ 1. Apoteksverkinum er loyvt at innflyta og selja ethanol til tekniska nýtslu og heilivágsframleiðslu.
§ 2. Sølan kann bert fara fram, tá ið keyparin leggur fram skrivliga váttan frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, ið sigur, at neyðugt er at nýta ethanol til ta í § 1 nevndu nýtslu og hvørja nøgd.
§ 3. Niðanfyri nevndu stovnum nýtist ikki at leggja fram ta í § 2 nevndu váttan, um so er, at eitt starvsfólk á stovninum við leiðsluábyrgd biður um ávísa nøgd frá apoteksverkinum við skrivligari váttan um, at stovnurin skal nýta ethanolið til ta í § 1 nevndu nýtslu:
1) Apoteksverkið.
2) Sjúkrahúsverkið.
3) Skúlar.
4) Heilsufrøðiliga starvsstovan.
5) Føroya Náttúrugripasavn.
6) BIO-FAR verkætlanin.
§ 4. Stovnar sambært § 3 skulu skráseta, hvussu ethanolið er nýtt.
§ 5. Tær í §§ 2 og 3 nevndu váttanir skal apoteksverkið skjalgoyma í 2 ár.
§ 6. TAKS hevur eftirlit við, at ethanolið verður nýtt til ætlaða endamálið.
§ 7. Brot á hesa kunngerð verður revsað við sekt.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmálaráðið, 25. oktober 2023
Bjarni Kárason Petersen (sign.)
landsstýrismaður
/ Nella Festirstein (sign.)