Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. november 2012Nr. 114
Kunngerð um virknisvenjing, arbeiðsbúgving, tillagað starv, leiðbeinaraskipan o.a., sum seinast broytt við kunngerð 198 frá 16. desember 2020 1)
1) 2) Við heimild í § 7, stk. 3, § 12, stk. 10, § 16, stk. 3, § 23, stk. 5, § 25, stk. 6 í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2013 og løgtingslóg nr. 132 frá 20. desember 2016, og við heimild í § 22, stk. 4 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, verður ásett:
Virknisvenjing
§ 1. Virknisvenjing sum arbeiðstilboð á einum almennum ella privatum arbeiðsplássi sbrt. § 5, stk. 1, nr. 1 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, er vanliga arbeiðstilboð í 30 tímar um vikuna. Annað tímatal kann ásetast um viðurskifti hjá tí einstaka tala fyri hesum.
Stk. 2. Persónur, ið luttekur í virknisvenjing sbrt. stk. 1 fær umframt veiting eina virknisviðbót í fyriskipanartíðarskeiðinum. Virknisviðbótin er 1.000 kr. um mánaðin og verður rindað mánaðarliga afturút.
Stk. 3. Almannaverkið ger avtalu við arbeiðsgevara um virknisvenjingina, herundir avtalu um, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at boða frá ógrundaðari fráveru.
Stk. 4. Við ógrundaða fráveru sbrt. stk. 3 er at skilja frávera, sum ikki er vanlig lóglig frávera sambært viðkomandi sáttmála og mannagongdum á viðkomandi arbeiðsplássi.
Stk. 5. 2) Um viðkomandi persónur við uppgerð eftir 1. mánaðin hevur ógrundaða fráveru, lækkar virknisviðbótin við 50%. Um persónur eftir 2. mánaðin aftur hevur ógrundaða fráveru, fellur virknisviðbótin burtur. Um persónur framhaldandi hevur ógrundaða fráveru, verður virknisvenjingin steðgað og Almannaverkið metir um uppihaldsveiting skal steðga sambært § 22, stk. 4 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur ella § 5, stk. 2 í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
Stk. 6. Virknisvenjing sbrt. stk. 1 verður játtað fyri í mesta lagi 6 mánaðir í senn, men vanliga ikki longur enn 3 mánaðir.
Stk. 7. Persónur í virknisvenjing sbrt. stk. 1 kann ikki setast í staðin fyri starvsfólk, ið er sett sambært vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum.
§ 2. Virknisvenjing sum styttri arbeiðsrættað skeið, sbrt. § 5, stk. 1, nr. 2 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, kann játtast um mett verður, at viðkomandi skeið bøtir um arbeiðsmøguleikarnar hjá viðkomandi.
Stk. 2. Við arbeiðsrættað skeið er at skilja skeið, sum bøtir um førleikar at nýta í eini arbeiðsstøðu, sum t.d. telduskeið, skeið í fyrisiting, trygdarskeið.
Stk. 3. Styttri arbeiðsrættað skeið er vanliga nakrar dagar, men kann játtast fyri nakrar vikur.
§ 3. Virknisvenjing til aðra styttri, ikki beinleiðis arbeiðsrættaða, fyriskipan, sambært § 5, stk. 2 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, kann játtast til persónar, um mett verður, at tað kann økja møguleikarnar hjá viðkomandi at koma í arbeiði aftur.
Stk. 2. Virknisvenjing sbrt. stk. 1 kann fevna um tiltøk sum persónligar ella sálarfrøðiligar samrøður o.l. Virknisvenjing sbrt. stk. 1 kann eisini fremjast við tilvísing til tilboð hjá øðrum almennum myndugleika ella fyriskipast í samstarvi við annan almennan myndugleika.
Stk. 3. Treyt fyri virknisvenjing sbrt. stk. 1 er, at ætlan verður gjørd fyri fyriskipanina, tvs. hvat endamálið við fyriskipanini er.
Stk. 4. Fyriskipan sambært stk. 1 fevnir vanliga um nakrar dagar, men kann játtast fyri nakrar vikur.
Lækking og burturfall av stuðli
§ 4. 2) Stuðulsveiting sbrt. §§ 12, 13 a og 14 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk lækkar fyrst fyri síðan at fella burtur, um persónur hevur ógrundaða fráveru, ella um persónur orsakað av arbeiði ella øðrum virksemi ikki heldur seg til fyriskipanarætlanina.
Stk. 2. Við ógrundaðari fráveru sbrt. stk. 1 er at skilja fráveru sum ikki er vanlig lóglig frávera sambært viðkomandi sáttmála og mannagongdum á viðkomandi arbeiðsplássi ella útbúgvingarplássi.
Stk. 3. Um viðkomandi persónur eftir eitt 6 mánaðar tíðarskeið hevur staðfesta fráveru og/ella at persónur ikki fylgir fyriskipanarætlanini sambært § 11 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, so metir Almannaverkið um fráveran er fevnd av § 11, stk. 3 ella § 17, stk. 1 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk ella um orsøkin er ógrundað frávera ella annað arbeiði sambært stk. 1.
Stk. 4. Við staðfesta ógrundaða fráveru ella annað arbeiði sbrt. stk. 3, so lækkar stuðulsupphæddin við 20%. Um persónur eftir 12 mánaðir framhaldandi ikki fylgir fyriskipanarætlanini sambært orsøkum í stk. 1, so verður fyriskipan og stuðulsveiting steðgað.
Stk. 5. 2) Við burturfall av stuðli sambært stk. 4 kann persónur søkja um veiting sambært § 11 samanber § 12 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.
§ 5. 2) Persónur, sum sambært § 22, stk. 1 ella 2 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur skal taka av tilboði um fyriskipan sambært løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum uttan haldgóða orsøk sýtir at taka av tilboðnum, fær fráboðan um, at fyribils uppihaldsveiting sambært § 11, stk. 1 samanber § 12 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur steðgar. Veitingin steðgar við freist á tveir mánaðir.
Stk. 2. Við haldgóða orsøk er at skilja, sjúkuviðurskifti, serligar truplar persónligar umstøður ella at Almannaverkið, eftir áheitan frá borgara, hevur endurmett tilboðið um tiltak, og er komið fram til, at annað tiltak skal fyrireikast sbrt. treytum í §§ 5-7 um virknisvenjing ella §§ 8-11 um arbeiðsbúgving í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Upphædd til persónligan tørv
§ 6. 2) Persónur í fyriskipan sambært § 8 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, har uppihald og matur er goldin, fær ikki stuðul sambært § 12 í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk men fær upphædd til persónligan tørv.
Stk. 2. 2) Upphædd sambært stk. 1 er 22% av hægstu uppihaldsveiting.
Stk. 3. 2) Hægsta uppihaldsveiting sambært stk. 2 er ásett í løgtingslóg um áseting av almannaveitingum.
Tillagað starv
§ 7. Almannaverkið ger, í samsvari við meting um minkaða arbeiðsførleikan sbrt. § 21 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, avtalu við arbeiðsgevara um, umframt løn frá arbeiðsgevara og lønarískoyti eisini avtalu um, arbeiðstíð, arbeiðsuppgávur og møgulig serlig atlit í hesum sambandi.
Stk. 2. 3) 2) Við ásetan av arbeiðstíð, so er útgangsstøðið full arbeiðstíð sambært sáttmála. Tó undantikið tá útgangsstøðið er niðursett arbeiðstíð sbrt. § 22, stk. 4 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Stk. 3. Við ásetan av arbeiðstíð sbrt. stk. 2 verður við avtalu ásett, hvørjar tillagingar, steðgir o.a. viðkomandi hevur tørv á fyri at taka atlit til minkaða arbeiðsførleikan.
Stk. 4. Færri tímar á arbeiðsplássinum kunnu avtalast um minkaði arbeiðsførleikin er orsakað av sjúku ella breki, sum ger, at viðkomandi hevur tørv á at arbeiða niðursetta tíð, og at viðkomandi er fult arbeiðsførur teir tímarnar, sum viðkomandi er til arbeiðis, og at arbeiðstíðin samsvarar við arbeiðstímarnar, sum arbeiðsgevarin rindar fyri.
Stk. 5. 3) Atlit sbrt. stk. 2 eru eisini galdandi í førum har útgangsstøðið er niðursett arbeiðstíð, sbrt. § 22, stk. 3 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Stk. 6. Í avtaluni skal tilskilast, hvørjar uppgávur persónur í tillagaðum starvi skal loysa, um orsøkin til játtan av tillagaðum starvi er, at viðkomandi persónur bert í avmarkaðan mun kann loysa uppgávur á arbeiðsplássinum.
Leiðbeinaraskipan
§ 8. Stuðul til leiðbeinaraskipan sambært § 25, stk. 4 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk verður veittur til eitt ásett tal av tímum við støði í eini ítøkiligari meting av tørvi og fortreytum hjá viðkomandi persóni, tó í mesta lagi til 100 tímar innan fyri fyrstu 6 mánaðirnar. Harumframt kunnu játtast upp til 60 tímar í tíðarskeiðum eftir 6 mánaðir.
Stk. 2. Stuðul sbrt. stk. 1 verður veittur sum lønarendurgjald fyri tímanýtslu. Avtala verður gjørd við arbeiðsgevara um tímanýtsluna til leiðbeinaraskipanina, og hvussu tímarnir verða nýttir.
Stk. 3. 3) Lønarendurgjaldið er svarandi til stig 18 sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Stk. 4. Leiðbeinarauppgávur fara fram á arbeiðsplássinum ella útbúgvingarstaðnum. Leiðbeinarauppgávur fevna ikki um vanliga innleiðing og upplæring á einum arbeiðsplássi ella vanliga lestrarvegleiðing.
§ 9. 1) Stuðul til leiðbeinaraskipan sbrt. § 25, stk. 5, 1. pkt. í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk verður veittur, tá Almannaverkið metir, at útlitini fyri at fáa fyriskipanina at eydnast eru betri enn við leiðbeinara sbrt. § 8.
Stk. 2. 1) Stuðul til sálarfrøðiliga viðgerð sbrt. § 25, stk. 5, 2, pkt. í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk kann bert veitast, tá mett verður, at tað er ein fyritreyt fyri, at ein persónur kann luttaka í eini fyriskipan.
Stk. 3. 1) Stuðul sbrt. stk. 2 kann í mesta lagi veitast til 15 sálarfrøðiligar viðgerðir í einum 12 mánaða skeiði.
Kærumyndugleiki
§ 10. 3) Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Gildiskoma
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2013.
Almannamálaráðið, 27. november 2012
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)