Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. desember 2012Nr. 115
Kunngerð um endurgjald fyri ferðing til og frá serlækna, kommunulæknavaktini og ljósmóður, sum broytt við kunngerð nr. 8 frá 6. februar 2023
Við heimild í § 5, stk. 5 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verður ásett:
§ 1. Heilsutrygd er heimilað eftir umsókn at veita ferðaendurgjald fyri ferðing til og frá serlækna, kommunulæknavaktini ella ljósmóður.
§ 2. Endurgjald fyri ferðaútreiðslur til og frá serlækna verður veitt, um kommunulækni hevur ávíst til serlækna, fevndur av sáttmála við Heilsutrygd.
Stk. 2. Galdandi flutningsseðil, ið er undirskrivaður av viðgerandi serlækna, skal leggjast við umsóknini.
§ 3. Endurgjald fyri ferðaútreiðslur til og frá kommunulæknavaktini verður veitt, um galdandi flutningsseðil, ið er undirskrivaður av viðgerandi kommunulækna, er lagdur við umsóknini.
§ 4. Endurgjald verður veitt fyri ferðing millum bústað ella uppihaldsstað og viðgerðarstað fyri ferðaútreiðslur omanfyri 800 kr. í einum álmanakkaári.
Stk. 2. Endurgjaldið verður veitt fyri ferðing við almennum flutningsfari ella við samsvarandi upphædd.
Stk. 3. Umsókn um endurgjald skal verða latin Heilsutrygd í seinasta lagi 1. apríl í árinum aftan á árið, sum søkt verður um endurgjald fyri.
§ 5. Endurgjald kann verða veitt eftir somu reglum fyri fylgjarar hjá fólki, sum eru undir 18 ár.
§ 6. 1) Avgerðir, tiknar sambært hesari kunngerð, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið boð um avgerðina.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2013.
Heilsumálaráðið, 4. desember 2012
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Jóanis Erik Køtlum (sign.)