6. oktober 2005Nr. 115
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur á alistøðum
§ 1
Í kunngerð nr. 131 frá 23. desember 2003 um sjúkufyribyrgjandi rakstur á alistøðum, verða gjørdar hesar broytingar:
Í § 3 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Føroyar verða býttar í hesar alifirðir, har loyvt er at ala á landi:
1) Kalsoyarfjørður
2) Leirvíksfjørður
3) Hvalbiarfjørður”
Stk. 2 og 3 verða hereftir stk. 3 og 4.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið 6. oktober 2005
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)