7. juli 2020Nr. 115
Kunngerð um heilivágsskrá og fyrimyndarreglur fyri heilivág
Við heimild í § 28 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 7. juni 2020, verður ásett:
§ 1. Við føroyska heilivágsskrá er at skilja Danske Lægemiddelstandarder 2020.1.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og samstundis fer kunngerð nr. 5 frá 27. januar 2015 um heilivágsskrá og fyrimyndarreglur fyri heilivági úr gildi.
Heilsumálaráðið 7. juli 2020
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)