Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. september 2009Nr. 115
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk
§ 1
Í kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk, sum seinast broytt við kunngerð nr. 102 frá 20. desember 2002 verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 3 verður orðað soleiðis:
”§ 3. Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til brúgvatænastu krevst, at umsøkjarin:
1) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til,
2) er fyltur 16 ár, og annaðhvørt
a) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hevur havt 2 mánaða dekstænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meira, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi brúgvayvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi brúgvatænastu samsvarandi ásetingunum í kunngerð um vaktarhald á skipum, ella
b) hevur havt 6 mánaða dekstænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meiri, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi brúgvayvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi brúgvatænastu samsvarandi ásetingum í kunngerð um vaktarhald á skipum.”
2) Aftaná § 3 verður sett inn:
”§ 3 a. Fyri at fáa vaktarhaldsprógv til maskintænastu krevst, at umsøkjarin:
1) hevur heilsuváttan, sum er gild fyri ta tænastu, sum sjóvinnubrævið gevur rætt til,
2) er fyltur 16 ár, og annaðhvørt
a) hevur staðið góðkent grundskeið á sjóvinnuskúla og hevur havt 2 mánaða maskintænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meira, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi maskinyvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi maskintænastu samsvarandi ásetingunum í kunngerð um vaktarhald á skipum, ella
b) hevur havt 6 mánaða maskintænastu umborð á havfarandi skipum, til støddar 20 bruttotons ella meiri, og í hesi tíð, undir eftirliti av vakthavandi maskinyvirmanni, er upplærdur til allar uppgávur viðvíkjandi maskintænastu samsvarandi ásetingum í kunngerð um vaktarhald á skipum.”
3) Í § 35, stk. 1 verður orðingin: ”ókeypis og” strikað.
4) Aftaná § 41 verður sett inn:
”§ 42. Gild sjóvinnubrøv, útgivin áðrenn ´´13. mai 1999, skulu fyri at verða verandi í gildi, verða umbýtt við sjóvinnubrøv, útgivin eftir hesi kunngerð, áðrenn 1. juli 2011.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 7. september 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)