9. november 2015Nr. 115
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri tulkatænastu í sambandi við læknahjálp
(Rætt til tulk, herundir teknmáls- og skrivtulk)
§ 1
Í kunngerð nr. 103 frá 4. august 2015 um gjald fyri tulkatænastu í sambandi við læknahjálp, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1 verður “deyvatulki” broytt til: “teknmálstulki og skrivtulki” og “, tá lækni metir tað neyðugt fyri tænastuna” verður strikað.
2. Í § 4, stk. 2 verður “teknmálstulking” broytt til: “teknmálstulking og skrivtulking”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 9. november 2015
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Turid Arge (sign.)