Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. desember 2010Nr. 115
Fráboðan um at broyta fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
Í fráboðan nr. 84 frá 30. september 2008 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar sum seinast broytt við fráboðan nr. 93 frá 9. september 2010 verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2 verður nr. 3 orðað soleiðis:
“3) Ll. nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, § 3, stk. 1, hvat viðvíkur setan í starv av tænastumonnum í 39. lønarflokki og hægri í samráði við avvarðandi landsstýrismann.”
2) Í § 14 verður nr. 9 orðað soleiðis:
“9) Ll. nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, tó so viðv. § 3, stk. 1, at løgmaður í samráði við avvarðandi landsstýrismann setur tænastumenn í 39. lønarflokki og hægri, og aðrir tænastumenn verða settir av tí landsstýrismanni, sum verður teirra hægsti fyrisetti.”
3) Í § 14 verður sum nýtt nr. 73 sett:
“73) Løgtingslóg nr. 102 frá 11. november 2010 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum Føroyar og Schweiz frá 23. november 1973, sum seinast er broyttur við protokol frá 21. august 2009.”
4) Í § 30 verður aftan á “løgtingsfíggjarlógini” sett: “, og § 5, 5.35.1.03 Trygdarmiðstøðin (rakstrarjáttan).”
5) Í § 31 verður sum nýtt nr. 17a sett:
“17 a) Trygdarmiðstøðin.”
6) Í § 32 verður sum nýtt nr. 11 sett:
“11) Løgtingslóg nr. 128 frá 25. oktober 1988 um haruveiðu.”
7) Í § 35 verður aftan á “løgtingsfíggjarlógini” sett: “, tó ikki 5.35.1.03 Trygdarmiðstøðin (rakstrarjáttan).”
8) Í § 36 verður nr. 7 strikað.
9) Í § 37, nr. 83, verður “§ 16” broytt til: “§ 16 og partin av § 17, sum viðvíkur § 16”
10) Í § 49, nr. 68, verður “§ 16” broytt til: “§ 16 og partin av § 17, sum viðvíkur § 16”.
§ 2
Fráboðanin fær gildi 1. januar 2011.
Løgmansskrivstovan, 10. desember 2010
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)