15. juli 2019Nr. 115
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski og rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2019
(Hækking av útlutaðu kvotuni eftir rækjum)
§ 1
Í kunngerð nr. 169 frá 21. desember 2018 um veiðu eftir botnfiski og rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2019 verður í § 6, stk. 2, 1. pkt. “Av heildarkvotuni, sambært stk. 1, verða 3.842 tons” broytt til: “Heildarkvotan, sambært stk. 1, verður”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 15. juli 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)