Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. juni 2025Nr. 115
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum
(Broytt krøv til førleikaprógv sum fulltikin dekkari og til sjóvinnubræv sum skipskokkur)
§ 1
Í kunngerð nr. 105 frá 5. august 2015 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum, sum broytt við kunngerð nr. 33 frá 21. september 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 10, stk. 1, § 11, stk. 1, § 12, stk. 1, 4 og 5, § 17, stk. 4, § 24 og § 25, stk. 1 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 19. mai 2008, løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 52 frá 12. mai 2015 og løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verður ásett:
2. § 4, stk. 3 verður strikað.
3. § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Fyri at fáa førleikaprógv sum fulltikin dekkari krevst, at umsøkjarin er fyltur 18 ár, og:
1) hevur heilsuprógv fyri sjófólk, ið er galdandi fyri ta tænastu, førleikaprógvið gevur rætt til, og er skikkaður til kagtænastu,
2) lýkur treytirnar fyri at fáa vaktarhaldsprógv sbrt. STCW kap. II/4,
3) hevur staðið útbúgving sum dekkari ella endaskeið sum skipsatstøðari, og antin hevur:
a) 12 mánaða dekstænastu umborð á havfarandi skipum til støddar omanfyri 20 BT ella meira og góðkenda útbúgvingarbók, ella
b) 18 mánaða dekstænastu við havfarandi skipum til støddar 20 BT ella meira.”
4. § 6, stk. 2 verður strikað.
5. § 9, stk. 1, nr. 3 verður strikað.
Nr. 4 verður eftir hetta nr. 3.
6. § 11, stk. 1, nr. 4 verður strikað.
Nr. 5 verður eftir hetta nr. 4.
7. § 13, stk. 1, nr. 4 verður strikað.
Nr. 5 verður eftir hetta nr. 4.
8. § 34, stk. 2 verður strikað.
9. § 35, stk. 2 verður strikað.
10. § 41, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Fyri at fáa sjóvinnubræv sum skipskokkur krevst, at umsøkjarin:
1) er fyltur 18 ár,
2) hevur heilsuprógv fyri sjófólk, sum er galdandi fyri skipstænastu, og
3) antin hevur staðið útbúgving sum kokkahjálpari ella føðsluhjálpari.”
11. § 41, stk. 2 verður strikað.
Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 2 og 3.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 27. juni 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)