Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. juli 1995Nr. 116
Kunngerð um upptøku til heimaskipara-, skipara- og skipsføraraútbúgving á sjómansskúlanum í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 141 frá 15. september 1995
Sambært § 7 í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 21. mai 1987 hevur Føroya landsstýri fyrisett:
§ 1. Upptøka til heimaskipara-, skipara- og skipsføraraútbúgving er treytað av víðkaðari fráfaringarroynd fólkaskúlans í lærugreinunum føroyskum, donskum, enskum, rokning/støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði við í minsta lagi próvtalinum 6, ella javnmettum ella hægri prógvi.
Stk. 2. Allar upptøkur á sjómansskúla til heimaskipara-, skipara- og skipsføraraskeið eru treytaðar av, at sjón og hoyrnarroynd er staðin innan fyri tey seinastu 3 árini eftir reglum, sum Føroya Landsstýri hevur ásett.
§ 2. Til upptøku á heimaskipara- og skipsføraraskeið skulu krøvini til siglingartíð, sum eru galdandi sambært kunngerð landsstýrisins fyri útgávu av vinnubrøvum svarandi til somu prógv, vera lokin. Fyri upptøku á skipsføraraskeið krevst harumframt, at minst 6 mánaðir av teirri kravdu siglingartíðini eru fingnir á handilshavsskipi á 200 tons ella meira uttanfyri heimasigling.
Stk. 2. 1 Upptøka á skiparaskeið er treytað av, at heimaskiparaprógv er staðið seinni enn 20. juli 1982.
§ 3. Næmingar á sjómansskúlanum hava skyldu til at geva seg undir tær skipanir og reglugerðir, ið eru galdandi fyri skúlarnar.
Stk. 2. Næmingar, ið gera brot á tær reglur, sum nevndar eru í stk. 1, kunnu verða vístir burtur frá skúlanum í stytri ella longri tíðarskeið. Teimum kann somuleiðis verða noktað innstilling til próvtøku.
Stk. 3. Skúlaleiðarin hevur ábyrgd av, at reglugerð er fyri skúlan, og at hon er næmingunum kunnug.
§ 4. Landsskúlafyrisitingin kann í serligum førum gera undantak frá §§ 1 og 2.
§ 5. 1 Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 1995 og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 101 frá 12. juli 1990 um upptøku til heimaskipara-, skipara- og skipsføraraútbúgving á sjómansskúlunum í Føroyum.
1) Broytt við kunngerð nr. 141 frá 15. september 1995.