5. september 2011Nr. 116
Kunngerð um góðkenningargjald
Við heimild í § 5 í løgtingslóg nr. 51 frá 17. mai 2011 um ítróttavedding verður ásett:
§ 1. Avtalur, ið Sp/f Ítróttarvedding ger við veddingafeløg sambært § 4 í løgtingslóg um ítróttavedding, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Fyri góðkenningina verður latið eitt gjald á kr. 3.700.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 15. september 2011.
Innlendismálaráðið, 5. september 2011
John Johannessen (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen