Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. desember 2000Nr. 116
Kunngerð um lønarendurgjald og ferðagjald til lærupláss
Við heimild í § 33, stk 4, 5 og 6, í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, við seinni broytingum, verður ásett:
Lønarendurgjald
§ 1. Lærupláss kann fáa endurgoldið lønarútreiðslur, íroknað frítíðarløn, fyri tað tíðarskeið, lærlingur tekur skúlagongdina, ið hoyrir til læruna, og sum er ásett í viðkomandi útbúgvingarkunngerð.
Ferðaendurgjald
§ 2. Fer skúlagongdin ella partar av henni fram í donskum ella øðrum útlendskum skúla, kann læruplássið fáa ferðaendurgjald sbrt. stk. 2.
Stk. 2. Ferðaendurgjaldið er kr. 3500 fyri hvørt skúlaskeið.
Stk. 3. Treytin fyri at fáa ferðaendurgjald, sbrt. stk. 1, er, at eingir skúlamøguleikar eru í Føroyum.
Góðkenning og skráseting
§ 3. Fyri at fáa endurgjald sbrt. §§ 1 og 2 skal lærusáttmálin verða góðkendur og skrásettur hjá myndugleikunum.
Uppgerð
§ 4. Í seinasta lagi ein mánað eftir at lærlingurin er komin aftur av hvørjum einstøkum skúlaskeiði, skal læruplássið senda Undirvísingar- og Mentamálastýrinum uppgerð av útreiðslunum sbrt. §§ 1 og 2.
Stk. 2. Uppgerðin skal skrivast á oyðublað, sum fæst frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum ella einum av yrkisskúlunum.
Gildiskoma
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið, 14. desember 2000
Torbjørn Jacobsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)