14. desember 2010Nr. 116
Kunngerð um broyting í kunngerð um stuðul til hoyritól
§ 1
Í kunngerð nr. 96 frá 18. november 2008 um stuðul til hoyritól verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, stk. 2 verður sum 2. pkt. sett: ”Umsøkjarin rindar sjálvur kostnaðin, tó í mesta lagi 2.000 kr. fyri hvørt hoyritól.”
2) Í § 4, stk. 1 verður ”6.000” broytt til: ”4.000”.
3) Í § 8, stk. 3 verður ”4.000” broytt til: ”2.000”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almannamálaráðið, 14. desember 2010
Rósa Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Johnhard Klettheyggj (sign.)