Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 2008Nr. 116
Kunngerð um grannskoðaraváttanir v.m.
Við heimild í § 2, stk. 3 og § 26, stk. 2 í løgtingslóg nr. 116 frá 11. desember 2007 um løggildar og skrásettar grannskoðarar (grannskoðaralógini) verður ásett:
Kapittul 1
Almennar ásetingar
§ 1. Grannskoðari er alment álitisumboð, tá ið grannskoðarin váttar og ger frágreiðingar, ið eru kravdar sambært lóggávuni, ella ikki einans eru ætlaðar til egna nýtslu hjá tí, sum hevur biðið um tær.
Stk. 2. Grannskoðari skal orða tær í stk. 1 nevndu váttanir og frágreiðingar óheft av tí, sum hevur biðið um váttanina ella frágreiðingina, og við atliti til tey viðurskifti, ið móttakarar vanliga mugu væntast at leggja dent á, tá ið teir taka avgerðir. Grannskoðari skal tí taka støðu til øll viðurskifti, uttan so at hesi hava lítlan týdning fyri endamálið við váttanini ella frágreiðingini, og annað ikki er ásett í lóggávuni v.m.
Stk. 3. Grannskoðari skal orða váttanir og frágreiðingar á einum eintýddum og lætt skiljandi máli.
Stk. 4. Móttakarar sambært hesi kunngerð eru persónar, virkir og almennir stovnar v.m., har váttanin ella frágreiðingin, vanliga má væntast at ávirka tær avgerðir, ið tiknar verða.
§ 2. Ein roknskapur er í hesi kunngerð at skilja sum:
1) ein ársfrásøgn sambært anordning nr. 1355 frá 9. desember 2007 om ikrafttræden for Færøerne af årsregnskabsloven (ársroknskaparlógin),
2) ein roknskapur ella samsvarandi roknskaparuppseting, ið ikki er partur av roknskapi nevndur í nr. 1, saman við einari møguligari leiðslufrágreiðing ella líknandi, ið er knýtt at hesum.
Kapittul 2
Givnar váttanir
Grannskoðanarátekning á grannskoðaðar roknskapir
§ 3. Grannskoðanarátekning á ein roknskap er grannskoðarans váttan um grannskoðanina.
Stk. 2. Ein ársfrásøgn skal hava eina grannskoðanarátekning, ið fevnir um allar teir lógarkravdu partarnir av ársfrásøgnini, jbr. § 2, stk. 1 í ársroknskaparlógini.
Stk. 3. Móðirfeløg, sum leggja fram roknskap sambært § 2, nr. 1, og sum leggja fram samtaksroknskap, skulu hava eina felags grannskoðanarátekning fyri ársroknskapin og samtaksroknskapin. Ásetingarnar í §§ 4-7 verða at nýta samsvarandi.
§ 4. Skulu ein ella fleiri ískoytisfrágreiðingar, ið er partur av ársfrásøgnini, sambært avtalu grannskoðast, kunnu átekningar á frágreiðingarnar gerast hvør sær. Slíkar átekningar skulu innihalda tær upplýsingar, ið hoyra til góðan grannskoðanarsið, jbr. § 20, og í minsta lagi tær í § 5, stk. 5, § 6, stk. 2 og 3, § 7, stk. 3, og § 8 kravdu upplýsingar.
§ 5. Grannskoðanarátekningin skal í minsta lagi innihalda hesar upplýsingar í hesari raðfylgju:
1) roknskapurin, ið er grannskoðaður, skal eyðmerkjast
2) nevnast skal, at roknskapurin, ið nevndin og stjórnin ella tilsvarandi leiðsla ella uppgávulatari hevur gjørt, er grannskoðaður,
3) umrøðast skal, hvussu roknskapurin er grannskoðaður, jbr. stk. 2,
4) fyrivarni sambært § 6, ella upplýsing um, at átekningin er uttan fyrivarni, jbr. stk. 3,
5) niðurstøðu viðvíkjandi grannskoðanini, jbr. stk. 4, og
6) møguligar ískoytisupplýsingar sambært § 7.
Stk. 2. Í umrøðuni av, hvussu roknskapurin er grannskoðaður, skal upplýsast um endamál við og hvussu grannskoðað er. Er annað enn roknskapurin grannskoðaður, skal hetta upplýsast.
Stk. 3. Er átekningin uttan fyrivarni, skal grannskoðarin týðiliga tilskila: »Grannskoðanin hevur ikki givið orsøk til fyrivarni.«.
Stk. 4. Í niðurstøðuni skal upplýsast, um roknskapurin er uppsettur í samsvari við lóggávu og møgulig onnur krøv í øðrum reglum um roknskaparuppseting. Herundir skal upplýsast um roknskapurin, um so er at hetta er ásett í lóggávuni ella í øðrum ásetingum, gevur eina rættvísandi mynd av ognum og skyldum hjá virkinum, fíggjastøðu, úrslitinum og lýkur onnur samsvarandi, almenn dygdarkrøv.
Stk. 5. Grannskoðanarátekningin skal dagfestast, og tann, ið er valdur sum grannskoðari, skal undirskriva átekningina. Eru fleiri grannskoðarar valdir skulu allir skriva undir. Er talan um eitt grannskoðanarvirki, skulu teir grannskoðarar undirskriva grannskoðanarátekningina, sum hava fingið grannskoðanina latna upp í hendur. Navnið á grannskoðaranum skal standa týðiliga, og harafturat skal tilskilast, um viðkomandi er løggildur ella skrásettur grannskoðari.
§ 6. Grannskoðari skal í grannskoðanarátekningini taka fyrivarni, um:
1) roknskapurin ikki lýkur kravið um, at hann skal geva eina rættvísandi mynd av ognum og skyldum virkisins, fíggjastøðu, úrslit ella ikki lýkur onnur samsvarandi, almenn dygdarkrøv,
2) roknskapurin ikki inniheldur tær kravdu upplýsingarnar, ella ikki lýkur treytirnar fyri at lata vera við at taka kravdar upplýsingar við, uttan so, at tær vantandi upplýsingarnar eru heilt týdningarleysar,
3) óvissa er viðvíkjandi roknskaparuppsetingini ella um óvanligar umstøður, ið hava havt ávirkan, ikki eru nóg væl upplýstar,
4) roknskapurin er heftur við feilum ella manglum,
5) roknskapurin er gjørdur undir tí fyritreyt, at virksemið heldur fram, men grannskoðarin metir, at fyritreytin fyri framhaldandi rakstri ikki er til staðar,
6) umstøður av týdningi fyri roknskapin ikki eru nóg væl upplýstar fyri grannskoðaranum,
7) grannskoðarin ikki kann koma til eina niðurstøðu viðvíkjandi pørtum av roknskapinum ella roknskapinum sum heild, ella
8) roknskapurin í aðramáta ikki er gjørdur í samsvar við lóggávu ella møguligum krøvum í øðrum ásetingum um roknskaparuppseting.
Stk. 2. Tekur grannskoðari fyrivarni, skal hetta týðiliga tilskilast í grannskoðanarátekningini. Fyrivarni skal standa í einum parti fyri seg undir heitinum: ”Fyrivarni”.
Stk. 3. Grannskoðari skal í grannskoðanarátekningini týðiliga grundgeva fyri sínum fyrivarni.
Stk. 4. Grannskoðari skal upplýsa, um eitt fyrivarni hevur so avgerandi týdning, at aðalfundurin ikki eigur at góðkenna roknskapin.
§ 7. Grannskoðari skal í grannskoðanarátekningini veita neyðugar ískoytisupplýsingar. Grannskoðari skal altíð skoyta upplýsingar uppí, um lóggávan um bókhald og um at varðveita roknskapartilfar ikki er hildin.
Stk. 2. Serliga skulu upplýsingar skoytast uppí um viðurskifti, sum grannskoðari hevur fingið kunnleika til í samband við sítt arbeiði, og sum geva ein grundaðan varhuga av, at limir í leiðsluni kunnu koma undir endurgjalds- ella revsiábyrgd fyri gerðir ella óvirkni, ið viðkoma virkinum, tilknýttum virkjum, virkisluttakarum, ognarum ella starvsfólkum. Upplýsast skal altíð um brot á:
1) Kapittul 27 og 28 í revsilógini og brot á skatta-, avgjalds- og studningslóggávuna,
2) vinnufelagsrættarligu lóggávuna ella samsvarandi lóggávu, ið er galdandi fyri virkið,
3) lóggávuna um roknskaparframløgu, herundir um bókhald og um at varðveita roknskapartilfar.
Stk. 3. Ískoytisupplýsingar mugu ikki setast ístaðin fyri eitt fyrivarni. Upplýsingarnar skulu vera í einum parti fyri seg undir heitinum: ”Ískoytisupplýsingar”.
§ 8. Verður í grannskoðanarátekningini víst til roknskapin, skal verða víst til ítøkiligar upphæddir ella viðmerkingar í roknskapinum ella ítøkiligar partar í einari møguligari ársfrágreiðing.
Váttanir til roknskapir, ið ikki eru grannskoðaðir
§ 9. Ynskir eitt virki, har roknskapurin ikki er grannskoðaraskyldugur, at fáa hjálp frá einum grannskoðara at seta roknskapin upp, skal grannskoðarin vátta roknskapin.
§ 10. Váttanin skal í minsta lagi:
1) eyðmerkja tann uppsetta roknskapin,
2) umrøða, at grannskoðan ikki er framd,
3) umrøða, hvat er gjørt, og
4) niðurstøðu viðvíkjandi gjørda arbeiðinum, herundir upplýsingar um roknskapurin er gjørdur í samsvar við møgulig krøv í lóggávuni og krøvum í øðrum ásetingum um roknskaparuppseting.
Stk. 2. Grannskoðarin skal dagfesta og undirskriva váttanina. Navnið á grannskoðaranum og um viðkomandi er løggildur ella skrásettur grannskoðari, skal týðiliga upplýsast.
§ 11. Grannskoðari skal í váttanini taka fyrivarni um:
1) óvissa viðvíkjandi roknskaparuppsetingini ella óvanligar umstøður, sum hava havt ávirkan, ikki er nóg væl upplýstar,
2) roknskapurin er heftur við feilum ella manglum,
3) roknskapurin er gjørdur undir tí fyritreyt, at virksemi heldur fram, men grannskoðarin metir, at fyritreytin fyri framhaldandi rakstri ikki er til staðar,
4) umstøður av týdningi fyri roknskapin ikki eru nóg væl upplýstar fyri grannskoðaranum,
5) roknskapurin í aðramáta ikki er gjørdur í samsvar við lóggávu ella møgulig krøv í øðrum reglum um roknskaparuppseting.
Stk. 2. Tekur grannskoðarin fyrivarni, skal hetta týðiliga tilskilast í váttanini. Fyrivarnið skal standa í einum parti fyri seg undir heitinum: ”Fyrivarni”.
Stk. 3. Grannskoðari skal í váttanini týðiliga grundgeva fyri sínum fyrivarnum.
§ 12. Grannskoðari skal í váttanini geva neyðugar ískoytisupplýsingar.
Stk. 2. Ískoytisupplýsingar mugu ikki setast í staðin fyri eitt fyrivarni. Upplýsingarnar skulu standa í einum parti fyri seg undir heitinum: ”Ískoytisupplýsingar”.
§ 13. Verður í váttanini víst til roknskapin, skal verða víst til ítøkiligar upphæddir ella viðmerkingar í roknskapinum ella til ítøkiligar partar í einari møguligari ársfrágreiðing.
Aðrar váttanir
§ 14. Reglurnar í §§ 15-17 eru galdandi, tá grannskoðari gevur váttanir, ið ikki koma undir §§ 3 og 9.
§ 15. Í váttanini skal greiðast frá, hvussu grannskoðanin er gjørd.
§ 16. Grannskoðarin skal í váttanini taka fyrivarni, um tað eru feilir ella nakað manglar í teimum upplýsingum, ið eru grundarlag undir grannskoðanini. Eisini skal grannskoðari taka fyrivarni, um óvissur eru ov illa upplýstar.
Stk. 2. Tekur grannskoðarin fyrivarni, skal hetta greitt tilskilast í váttanini.
Stk. 3. Grannskoðarin skal í váttanini týðuliga grundgeva fyri sínum fyrivarnum.
§ 17. Grannskoðarin skal í váttanini geva neyðugar ískoytisupplýsingar.
Stk. 2. Ískoytisupplýsingar mugu ikki setast í staðin fyri eitt fyrivarni.
Kapittul 3
Hvussu arbeiðið verður skipað, grannskoðanarprotokol og skjalprógvan
Hvussu arbeiðið verður skipað
§ 18. Er tað í lóggávu, viðtøkum ella avtalu ásett, at ein roknskapur skal grannskoðast, skal grannskoðari fyriskipa og gera grannskoðanina í samsvari við góðan grannskoðarasið, fyri at kunna taka støðu til, um roknskapurin er gjørdur í samsvari við lóggávu og møgulig krøv í øðrum reglum til roknskaparuppseting, jbr. § 5. Í hesum sambandi skal grannskoðari ansa eftir umstøðum, ið kunnu vera tekin um svik ella annað óreglusemi, og sum eru av týdningi fyri roknskaparbrúkararnar. Er virkið eitt móðirvirki, skal roknskapurin fyri samtakið og sínámillum roknskaparligu viðurskiftini hjá virkjunum í samtakinum, eisini grannskoðast.
§ 19. Grannskoðarin má ikki taka lut í ella taka medábyrgd fyri avgerðum, ið kunnu hava við sær, at støðan, sum óheftur grannskoðari, kann koma í vanda.
Grannskoðanarprotokoll
§ 20. Grannskoðari skal føra grannskoðanarprotokoll um grannskoðanina sambært §§ 3-8. Er einki ásett um, hvønn protokollin verður skrivað til, skal hon skrivast til uppgávulatara. Onnur frágreiðing kann ikki setast í staðin fyri grannskoðanarprotokollina, sum grannskoðarin hevur skyldu at skriva.
Stk. 2. Tá ið grannskoðan er gjørd, skulu í minsta lagi hesar upplýsingar skrivast í protokollina:
1) hvørji grannskoðanararbeiði eru gjørd og úrslit av hesum, umframt
2) avgerðandi óvissur, feilir ella manglar viðvíkjandi virkisins bókhaldi, roknskaparhaldi ella innanhýsis eftirliti.
Stk. 3. Eru avtalur gjørdar um at hava neyvt eftirlit ella um at gera frágreiðingar ella váttanir í samband við ráðgeving og hjálp, skal greiðast frá hesum arbeiðum í protokollini.
Stk. 4. Frágreiðingin til roknskapin skal eisini innihalda upplýsingar um viðurskifti, ið mugu væntast vanliga at vera neyðugir hjá móttakaranum ella uppgávulatara fyri at kunna taka støðu til.
Stk. 5. Í móðurvirkjum, sum lata roknskap fyri samtakið, skal greiðast frá í protokollini, hvussu samtaksroknskapurin er grannskoðaður.
Stk. 6. Í protokollini til ársfrágreiðingina ella til roknskap, sum ikki er partur av eini ársfrágreiðing, jbr. § 2, skal upplýsast,
1) um grannskoðarin lýkur gegnisreglurnar í lóggávuni, og
2) um grannskoðarin undir grannskoðanini hevur fingið allar tær upplýsingar, ið biðið er um.
Skjalprógv
§ 21. Sjálvstøðugt starvandi grannskoðarar og grannskoðanarvirkir skulu føra eitt eftir umstøðunum tillagað yvirlit yvir endamálið við, og hvussu grannskoðanar-, tænastu- og ráðgevingararbeiði verða gjørd. Hesi yvirlit og avrit av givnum váttanum, frágreiðingum, grannskoðanarprotokollum og roknskapum skulu varðveitast í 5 ár.
Stk. 2. Skráseting Føroya kann krevja at fáa yvirlitið. Hevur grannskoðarin tagnarskyldu viðvíkjandi upplýsingum í yvirlitinum, kann grannskoðarin leggja spurningin, um yvirlitið skal útflýggjast, fyri Føroya rætt. Rætturin kann avgera, at yvirlit, sum grannskoðarin hevur tagnarskyldu um, ikki skulu útflýggjast, um tað hevur stóran týdning fyri viðskiftafólkið, at tað ikki kemur fram.
Kapittul 4
Revsireglur
§ 22. Brot á § 1, stk. 2, §§ 3-13, §§ 15-17, §§ 19-20, § 21, stk. 1 verður revsað við bót.
Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kap. 5 í revsilógini.
Kapittul 5
Gildiskoma
§ 23. Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 18. desember 2008
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)