19. juli 2019Nr. 116
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
(Ókeypis HPV-koppseting til dreingir 12-17 ár)
§ 1
Í kunngerð nr. 126 frá 2. desember 2015 um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum, sum broytt við kunngerð nr. 148 frá 22. november 2018, verður § 4 orðað soleiðis:
“§ 4. Kvinnur í aldrinum 12-27 ár kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV. Dreingir í aldrinum 12-17 ár kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 19. juli 2019
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)