Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. august 2001Nr. 116
Kunngerð um heilsufrøðilig krøv til framleiðslu av fiskamjøli og fiskalýsi, ið ikki beinleiðis eru ætlað til fólkamat
Við heimild í §§ 9, 26, 27, 28, 34-35, 38a, 39, 42, stk. 1, 47 og § 48, stk. 2-3 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum), (djórasjúkulógini), verður ásett:
Kapittul 1
Øki og allýsingar
§ 1. Kunngerðin fevnur um framleiðslu av fiskamjøli og fiskalýsi á landi og umborð á skipi.
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) "Fiskamjøl": hitaviðgjørdur úrdráttur úr fiski, krabba- ella lindýrum, ella partar av teimum, sum síðani er turkaður. Partur av lýsinum kann verða tikið úr og "fiskasoluble" kann verða latið uppí.
2) "Fisksoluble": innsoðin úrdráttur, samansettur av pressuvatni, ið stavar frá framleiðslu av fiskamjøli, har ein partur av fiskalýsinum ella vatninum er tikið burtur. Sýra kann verða sett til úrdráttin.
3)"VSL" (=viðbrekin stýringarliður): eitt stað, ein mannagongd, eitt stig í eini tilgongd ella ein liður í framleiðsluketuni, sum kann stýrast, soleiðis at eitt vandamál verður burturbeint ella avmarkað til eitt støði, ið kann góðtakast.
Kapittul 2
Løggilding
§ 3. Fyritøkur og skip, ið framleiða fiskamjøl ella fiskalýsi, skulu løggildast av Heisufrøðiligu Starvsstovuni.
Stk. 2. Ein fyritøka ella eitt skip, sum er løggildað, fær eitt løggildingarnummar, ið skal nýtast í samband við merking av lidnu vøruni.
§ 4. Umsókn um løggilding skal verða send Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Saman við umsóknini um løggilding skal fyritøkan ella skipið senda fylgiskjøl, sum lýsa:
1) høli og innrætting,
2) útgerð og
3) rakstur.
4) Harafturat skal fyritøkan senda skjal,sum lýsir staðið, har fyritøkan er løgd.
§ 5. Løggilding er treytað av, at fyritøkan ella skipið lýkur treytirnar í §§ 6-12.
Stk. 2. Ikki er loyvt fyritøkuni ella skipinum at gera munandi broytingar í hølisviðurskiftum, innrætting ella í útgerðini uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frammanundan.
Kapittul 3
Plasering
§ 6. Virkið skal liggja soleiðis fyri, at tað er vart ímóti heilsufrøðiligum vansum.
Stk. 2. Virki og skip skulu verða vard ímóti skaðadýrum og tryggjað ímóti dálking, sum kann minka um góðskuna á fiskalýsinum ella fiskamjølinum.
Kapittul 4
Økisviðurskifti, hølisviðurskifti og innrætting
§ 7. Virkið skal hava hóskandi øki til:
1) At ferma rávøru á og
2) at goyma rávøru á.
Skip skulu hava hóskandi høli at goyma rávøru í.
Stk. 2. Rávøran skal týðiliga haldast burtur frá øki ella hølum, sum eru tilskilað virking av hitaviðgjørdum fiskamjøli, goymslu av liðugtvøru ella øðrum, til tess at tryggja eitt einvorði flóð í framleiðsluni har vandin fyri krossdálking og dálking annars er sum minst.
§ 8. Fyritøkan ella skipið skal hava framleiðsluhøli, ið eru innrættað til endamálið. Inni skulu veggir so vítt gjørligt verða slættir og lættir at halda reinir.
Stk. 2. Fyritøkan ella skipið skal hava dustsúgvara og annan útbúnað til at verja seg ímóti dusti.
§ 9. Fyritøkan ella skipið skal hava gólv úr tøttum, haldgóðum og slitsterkum tilfari, sum er lætt at halda reint, og sum tolir sápu og sóttreiningarevni.
Stk. 2. Í vátrúmum skal gólvið hava eitt hall uppá minst 15 o/oo til frárenning.
§ 10. Vatnið, fyritøkan ella skipið nýtir, skal lúka somu góðskukrøv sum drekkivatn.
Stk. 2. Fyritøkan ella skipið skal vera útgjørt við nóg nógvum vatnkranum, sum spulislanga kann verða bundin í til reingerð av fyritøkuni ella skipinum, bæði innan og uttan.
§ 11. Framleiðsluútgerðin skal vera væl egnað til endamálið og tilevnað á ein hátt, so hon er løtt at halda rein.
Stk. 2. Køliluftin skal verða tikin úr einum stað, ið ikki hevur dust í nøgdum, sum kunnu hava vansa við sær fyri framleiðsluna. Um onki tílíkt stað er til taks, skal køliluftin verða reinsað.
Stk. 3. Virkið ella skipið skal kunna framleiða nóg mikið av heitum vatni og dampi til tess at virka ta móttiknu rávøruna.
§ 12. Sjálvt virkingaranleggið skal vera lokað.
Stk. 2. Undir hitaviðgerð skal anleggið verða útgjørt við:
1) Mátitólum, so eftirlit kann verða við hitanum og, um neyðugt, trýstinum í viðbreknum støðum,
2) skipan til áhaldandi skráseting av mátingum og
3) eini hóskandi stýrings- og trygdarskipan til tess at fyribyrgja ov lítlari upphiting.
Kapittul 5
Rávøran
§ 13. Til framleiðslu av fiskamjøli og fiskalýsi er bert loyvt at nýta:
1) Fisk v.m., sum er fiskaður á opnum havi við atliti at fiskamjølframleiðslu, sbr. § 2, nr. 1, og
2) feskt slógv frá løggildaðum fyritøkum, ið virka fiskavøru til fólkamat.
§ 14. Flutningur og goymsla av fiski og slógvi skal skipast á ein hátt, sum ávirkar rávørugóðskuna sum minst. Um neyðugt, skal fiskurin og slógvið ísast.
§ 15. Fiskamjøl ella fiskalýsi, sum eru innflutt, skulu verða hildin atskilt frá aðrari liðugtvøru, til loyvi er givið til samanblanding.
Kapittul 6
Rakstur, reinhald og viðlíkahald
§ 16. Móttikin fiskur og slógv skulu virkast sum skjótast. Í tíðarbilinum til virking byrjar, skal fiskurin og slógvið verða goymt undir loki, so vøran er vard ímóti dálking.
Stk. 2. Fyritøkan ella skipið skal við staksýni síggja til, at rávøran hevur hóskandi heilsufrøðiliga góðsku.
§ 17. Meðan fiskamjøl verður framleitt, skal hitin fyri allan úrdráttin í minsta lagi vera 81° C.
Stk. 2. Sjálvvirkandi hitaskráseting skal vera á viðbreknum stýringarliðum til eftiransing av hitaviðgerðini.
§ 18. Reinføriseftirlit skal verða við framleiðsluútgerðini, sum skal verða hildin rein. Mátitól skulu javnan stillast.
Stk. 2. Vísir eftirlitið á leivdir av fiskamjøli, skal útgerðin vaskast. Eftir tørvi skal hon eisini skavast. Sóttreinsað verður eftir tørvi.
§ 19. Høli, innbúgv v.m. skulu viðlíkahaldast og verða hildin rein.
Stk. 2. Fyritøkan ella skipið skal hava vesi við hondvaski, við bæði heitum og køldum vatni, umframt sápu og einnýtishandklæði. Hondvøsk skulu vera knæ-, fót- ella fotosellustýrd. Um neyðugt skulu bæði skifti- og brúsurúm vera á staðnum.
§ 20. Liðugtvøra skal verða soleiðis viðgjørd og goymd í fyritøkuni ella skipinum, at hon er vard ímóti dálking.
Kapittul 7
Eftirlit
§ 21. Ábyrgdarhavandi á fyritøkuni ella skipinum skal skipa fyri, at fyritøkan ella skipið lýkur krøvini í hesi kunngerð, serliga við atliti at:
1) Góðskuskoðan og eftirlit við vandamálum undir virking, herí eisini yvirvøku av VSL-arum,
2) tøku av sýnum av hvørji virkaðari sending. Kanning av mikrobiologiskari góðsku og fráveru av skaðiligum evnum av fysiskum ella kemiskum slagi,
3) skráseting av úrslitum frá teim ymisku fyriskipanunum og sýniskanningunum umframt at goyma úrslitini í minsta lagi 2 ár, og
4) fáa eina skipan í lag, sum ger tað møguligt at fylgja eini sending aftur til framleiðsluna.
§ 22. Vísa úrslitini sambært § 21, at farið er út um krøvini í fylgiskjalinum til hesa kunngerð, skal fyritøkan ella skipið:
1) Beinanvegin boða Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá hesum,
2) kanna orsøkina til skeivleikan,
3) syrgja fyri, at dálkaðar vørusendingar ikki verða útleveraðar, fyrrenn tær hava verðið viðgjørdar av nýggjum undir eftirliti av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og nýggjar sýnisroyndir prógva, at vøran lýkur krøvini í fylgiskjalinum, og
4) syrgja fyri reinhaldi og sóttreinsan av anlegginum.
Stk. 2. Er nýggj virking ikki møgulig, kann vørusendingin ikki nýtast sum djórafóður.
§ 23. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við fyritøkum og skipum, ið framleiða fiskamjøl ella fiskalýsi.
Stk. 2. Sýnir av úrdráttum og liðugtvørum við atliti at mikrobiologiskari góðsku, skal kannast á almennari starvsstovu. Fyritøkan ella skipið skal sjálvt rinda útreiðslurnar, ið stava frá hesum.
§ 24. Lýkur fyritøkan ella skipið ikki treytirnar fyri givnu løggildingini, kann løggildingin verða tikin aftur.
Kapittul 8
Revsing og gildiskoma
§ 25. Brot á reglurnar í §§ 3, 5, stk. 2 og §§ 6-20 verða revsað við bót. Eisini kann løggildingin verða tikin aftur og virkið lagt stilt, til viðurskiftini eru í lagi aftur.
Stk. 2. Fyri brot, sum verður framt av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.
§ 26. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálastýrið, 23. august 2001
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)
Fylgiskjal
Royndir av lidnu vøruni, tiknar undir ella eftir goymslu á framleiðsluvirkinum, skulu lúka hesar normar:
|
|
Salmonella: eingin í 25 g: n = 5, c = 0, M = 0
|
|
|
Enterobacteriaceae: n = 5, c = 2, m = 10, M = 3 x 10exp2 í 1g
|
|
|
n = talið á royndareindum, sum royndin fevnir um
|
|
|
m = gáttarvirði fyri talið av bakterium: úrslitið er nøktandi, um talið á bakterium í øllum sýnunum ikki fer uppum m
|
|
|
M = mesta virði fyri talið á bakteriur: úrslitið er ikki nøktandi, um talið av bakterium í einum ella fleiri sýnum er M ella meir
|
|
|
c = talið á sýnum, hvørs bakteriutal kann liggja millum m og M, við tað at royndin verður mett at vera í lagi, um bakteriutalið á hinum royndareindunum er m ella minni. |