24. oktober 2005Nr. 116
Kunngerð um broyting í kunngerð um námsfrøðiliga útbúgving
§ 1
Í kunngerð nr. 13 frá 24. januar 1990 um námsfrøðiliga útbúgving verður gjørd henda broyting:
§ 17 verður orðað soleiðis:
“§ 17. Við dømingina verða givin próvtøl eftir 13 stiganum, Staðið/ Ikki staðið ella Góðkent/Ikki góðkent, sbr. Kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming.
Stk. 2. Tá ið mett verður um starvslæruna og serlestraruppgávuna, verða bara støðismetini Staðið/ Ikki staðið ella Góðkent/ Ikki góðkent nýtt.
Stk. 3. Tann lesandi kann bert fara upp til endaligu royndina eftir at hava staðið allar aðrar kravdar royndir í útbúgvingini. Ein roynd er staðin, tá próvtøkuúrslitið er Staðið, Góðkent ella próvtalið er 6 ella meira.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 24. oktober 2005
Jógvan á Lakjuni (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)