Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. juli 2020Nr. 117
Kunngerð um prístalsjavning av lestrarstuðli í tíðarskeiðnum 1. august 2020 til 31. juli 2021
Við heimild í § 19, stk. 2 í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009 verður ásett:
§ 1. Prosentvísa broytingin í miðalprístalinum fyri undanfarna ár 2019 í mun til miðalprístalið fyri árið frammanundan 2018 er 1,3%.
§ 2. Studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving er kr. 4.471 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 2. Studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla er kr. 3.954 mánaðarliga, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, sbr. § 7, stk. 3 í løgtingslógini.
Stk. 3. Studningurin til teirra, ið ikki eru fevnd av § 7, stk. 2 ella 3 í løgtingslógini, og annars lúka treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul, er kr. 1.904 mánaðarliga, sbr. § 7, stk. 4 í løgtingslógini.
§ 3. Lestrarlán sbrt. § 8 í løgtingslógini kann í mesta lagi vera kr. 2.507 um mánaðin.
§ 4. Bókastudningur sbrt. § 10 í løgtingslógini er kr. 3.774.
§ 5. Vistarhaldsstudningur sbrt. § 11 í løgtingslógini er kr. 2.637.
§ 6. Barnastudningurin sbrt. § 12, stk. 2 í løgtingslógini er mánaðarliga kr. 1.036 fyri hvørt barnið undir 18 ár.
Stk. 2. Studningurin til einsamallar uppihaldarar sbrt. § 12, stk. 4 í løgtinglógini er kr. 1.588 um mánaðin.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2020.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 9. juli 2020
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)