12. september 2011Nr. 117
Kunngerð um gjald fyri málsliga tulkatænastu í sambandi við læknahjálp
Við heimild í § 4, stk. 3 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verður ásett:
§ 1. Persónar, sum fáa læknahjálp sbrt. heilsutrygdarlógini og í hesum sambandi hava tørv á tulki, hava rætt til tulking, tá lækni metir tað neyðugt fyri tænastuna.
§ 2. Heilsutrygd ber útreiðslurnar av tulkatænastu sbrt. § 1.
§ 3. Tulkur, ið veitir tænastuna sbrt. hesi kunngerð, fyllir út rokning, ið Heilsutrygd hevur myndað. Læknin skal vátta rokningina, sum skal sendast til Heilsutrygd.
§ 4. Tímatakstur fyri tulking er samsvarandi tímatakstinum hjá vikari, sum er lærari í skúla, sambært galdandi lønarsáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 12. september 2011
John Johannessen (sign.)
landsstýrismaður
/ Jan Simonsen (sign.)