Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 2008Nr. 117
Kunngerð um próvtøku til at gerast løggildur ella skrásettur grannskoðari
Við heimild í § 9, stk. 8 í løgtingslóg nr. 116 frá 11. desember 2007 um løggildar og skrásettar grannskoðarar (grannskoðaralógin) verður ásett:
§ 1. Ein próvtøkunevnd, sum Skráseting Føroya setur, heldur próvtøku til at gerast løggildur ella skrásettur grannskoðari.
§ 2. Fyri at sleppa til próvtøku at gerast løggildur grannskoðari krevst:
1) At umsøkjarin frá einum útlendskum handilsháskúla/univeristeti hevur staðið eina útbúgving svarandi til grannskoðarakandidatútbúgving (cand. merc. aud.) frá einum donskum handilsháskúla/universiteti, smbr. skjal 1.
2) Útbúgving í føroyskum skattarætti 1 & 2 á merkonomstigi.
3) At umsøkjarin í minsta lagi 3 ár eftir at hava fylt 18 ár, hevur luttikið í grannskoðaraarbeiðum, sum viðvíkja grannskoðan av ársrapportum ella tilsvarandi roknskaparrapporteringum í einum løggildum grannskoðaravirki og soleiðis, at minst 2 ár av arbeiðinum er framt, eftir at grannskoðarakandidatútbúgving er staðin.
Stk. 2. Skráseting Føroya kann undantaka frá ásetingini í stk. 1, nr. 3.
§ 3. Fyri at sleppa til serligu próvtøkuna at gerast skrásettur grannskoðari, krevst:
1) at umsøkjarin frá einum útlendskum handilsháskúla/universiteti hevur staðið eina útbúgving svarandi til útbúgvingina til skrásettan grannskoðara frá donskum handilsháskúla/universiteti, smbr. skjal 1, ella
2) at umsøkjarin frá einum útlendskum háskúla/universiteti hevur staðið eina útbúgving svarandi til grannskoðarakandidatpróvtøku (cand. merc. aud.) frá einum donskum handilsháskúla/universiteti,
3) at útbúgvingin í føroyskum skattarætti 1 & 2 á merkonomstigi er staðin,
4) luttøku í minst 3 ár eftir at hava fylt 18 ár serliga í uppgávum viðvíkjandi grannskoðan av ársrapportum ella líknandi rapporteringum í einum skrásettum ella løggildum grannskoðaravirki og soleiðis, at minst 2 ár av arbeiðinum er framt eftir, at ástøðiligi parturin av útbúgvingini eftir nr. 1 er staðin.
Stk. 2. Skráseting Føroya kann undantaka frá kravinum í stk. 1, nr. 3.
§ 4. Hvør umsøkjari sleppur í mesta lagi upp til 3 royndir. Próvtøkunevndin kann tó, tá serligar umstøður gera seg galdandi, víkja frá hesi áseting.
§ 5. Próvtøkunevndin avger, um settar verða ein ella fleiri skrivligar uppgávur til tær skrivligu próvtøkurnar at gerast ávíkavist løggildur ella skrásettur grannskoðari. Endamálið við próvtøkuni er at staðfesta, at umsøkjarin (kandidaturin) í verki megnar at loysa tær arbeiðsuppgávur, ið vanliga koma fyri hjá ávíkavist einum løggildum og einum skrásettum grannskoðara. Tað eru økini at góðtaka umbidna arbeiðið, at leggja arbeiðið til rættis og at útinna tað, orða átekningar og frágreiðingar, meta um roknskaparskipanir og váðastýringar, samtøkuroknskapir, greina roknskapir, fyritøkur í kreppu, ættarliðskifti, roknskaparráðgeving og -hjálp, skattaráðgeving og -hjálp, fíggingarviðurskiftir, virðismetingar, keypa og selja fyritøkur, greina rentingarførið (rentabilitetin) og kanningar í sambandi við at rationalisera fyritøkur og fyrisitingarliga bygnaðin.
§ 6. Tá umsøkjarar eru, verður próvtøka hildin eina ferð um árið. Skráseting Føroya ásetur dagfesting fyri próvtøkuni og fráboðar hetta alment í minsta lagi 6 mánaðir áðrenn ásettu próvtøkudagsetingina.
Stk. 2. Umsókn um at sleppa upp til próvtøku verður latin Skráseting Føroya. Um annað ikki er ásett, skal umsóknin vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 3 mánaðir, áðrenn próvtøka verður hildin.
Stk. 3. Skrivlig boð um frámelding skulu vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi ein mánað, áðrenn próvtøkan verður hildin. Frámelding latin aftaná freistina, og sum ikki hevur haldgóðar grundgevingar, telur við sum próvtøkuroynd.
§ 7. Próvtøkunevndin ger skrivligu uppgávurnar til próvtøkuna.
Stk. 2. Próvtøkunevndin hevur heimild til at samstarva við tilsvarandi útlendskar myndugleikar.
§ 8. Skráseting Føroya útnevnir próvdómarar.
Stk. 2. Próvtøkunevndin metir um úrslitið av próvtøkuni við einari atkvøðu, har hvør av próvdómarunum hevur sína atkvøðu.
Stk. 3. Til próvtøkuna til løggildan grannskoðara skal í minsta lagi ein av próvdómarunum vera løggildur grannnskoðari, og í minsta lagi ein, sum hvørki er løggildur ella skrásettur grannskoðari. Til próvtøkuna til skrásettan grannskoðara skal í minsta lagi ein av próvdómarunum vera skrásettur grannskoðari og í minsta lagi ein, sum hvørki er løggildur ella skrásettur grannskoðari.
Stk. 4. Við próvdømingina verður nýtt metingin “staðin” ella “ikki staðin”.
Stk. 5. Fyri at standa royndina krevst, at viðkomandi hevur rokkið metingini “staðin”.
§ 9. Prógv verður latið teimum, sum hava staðið royndina.
§ 10. Klaga um royndina skal latast Skráseting Føroya. Kæran, sum skal vera skrivlig og grundað, skal vera latin Skráseting Føroya í seinasta lagi 14 dagar aftaná kunngjørda próvtøkuúrslitið.
Stk. 2. Próvtøkunevndin og próvdómarar kunnu aftaná nýggja gjøgnumgongd avgera at broyta ella halda fast við upprunaligu dømingina.
Stk. 3. Viðgerð og kunngerð av úrslitinum skulu vera avgreidd av Skráseting Føroya í seinasta lagi 3 mánaðir aftaná móttøku av kæru.
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Til 1. januar 2009 fer tilnevningin av skrásettum grannskoðarum fram eftir higartil galdandi vegleiðandi reglum: At umsøkjarin hevur staðið HD í roknskapi ella grannskoðara kandidat útbúgving (cand. merc. aud.), umframt føroyskan skattarætt 1 & 2 á merkonomstigi.
Vinnumálaráðið, 18. desember 2008
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)