Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 22-07-2019
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Kunngerð 117 frá 19. juli 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

19. juli 2019Nr. 117

Kunngerð um sterkstreymsreglugerð o.a.

Við heimild í § 3, § 4, stk. 3 og § 5 í løgtingslóg nr. 134 frá 10. juni 1993 um sterkstreymsútbúnað verður ásett:

§ 1. Tær reglur, sum danska Erhvervs- og Vækstministeriet ávikavist Elsikkerhedsstyrelsen hevur ásett, og sum eru kunngjørdar í sterkstreymsreglugerðini, sbrt. stk. 2, eru galdandi fyri:

1)   gerð og rakstur av sterkstreymsútbúnaðum,

2)   gerð og rakstur av øðrum útbúnaðum, sum standa hættisliga nær sterkstreymsútbúnaðum ella í sambandi við slíkar, og

3)   gerð, kanning og nýtslu av eltilfari.

Stk. 2. Hesar reglur í sterkstreymsreglugerðini eru galdandi:

1)   Bekendtgørelse nr. 1113 af 18. august 2016 om sikkerhed for drift af elektriske anlæg.

2)   Bekendtgørelse af 1. januar 1977 om Stærkstrømsbekendtgørelsens afsnit 111, 1. udgave, Koge og varmeapparater til husholdningsbrug o.l.

3)   Bekendtgørelse af 1. juli 1978 om Stærkstrømsbekendtgørelsens afsnit 22 om klemmer for aluminiumledere.

4)   Bekendtgørelse af 1. juli 1992 om Stærkstrømsbekendtgørelsens afsnit 146 om bestemmelser for konstruktion og installation af materiel til modstandssvejsning og lignende processer.

5)   Bekendtgørelse af 1. oktober 1994 om Stærkstrømsbekendtgørelsens afsnit 148 om afbrydere for apparater.

6)   Bekendtgørelse af 10. april 1996 om Stærkstrømsbekendtgørelsens afsnit 138 om belysningsarmaturer.

7)   Bekendtgørelse af 1. januar 1990 om Stærkstrømsreglementet, afd. A, afsnit 4, jordforbindelser m.m. i og ved stations- og ledningsanlæg 3. udgave.

8)   Bekendtgørelse af 1. maj 1994 om Stærkstrømsbekendtgørelsen udførelse af elforsyningsanlæg.

9)   Bekendtgørelse af 16. juni 2005 om Stærkstrømsbekendtgørelsen afsnit 2, 2. udgave udførelse af elforsyningsanlæg.

10) Bekendtgørelse af 1. oktober 2001 om Stærkstrømsbekendtgørelsen, afsnit 9, 4. udgave, Højspændingsinstallationer.

11) Bekendtgørelse af 1. maj 1994 om stærkstrømsbekendtgørelsen Afsnit 5A, Sikkerhedsforskrifter for bygningsarbejde, vejarbejde, landbrugsarbejde m.m. i nærheden af elforsyningsanlæg.

12) Bekendtgørelse af 1. maj 1994 om Stærkstrømsbekendtgørelsens afsnit 35 om dækplader og markeringsbånd for stærkstrømskabler i jord.

13) Bekendtgørelse af 1. juli 2001 om Stærkstrømsbekendtgørelsen, afsnit 6, Elektriske installationer.

14) Bekendtgørelse af 22. marts 2006 om Stærkstrømsbekendtgørelsen, afsnit 6A, Elektriske installationer, 1. udgave.

15) Bekendtgørelse af 13. november 2006 om Stærkstrømsbekendtgørelsen, afsnit 6B, Krav om supplerende beskyttelse med HPFI-afbryder i nye installationer.

16) Bekendtgørelse af 13. november 2006 om Stærkstrømsbekendtgørelsen, Afsnit 8, Krav om supplerende beskyttelse med HFI- eller HPFI-afbryder i eksisterende installationer.

17) Bekendtgørelse nr. 1154 af 6. oktober 2010 om stærkstrøm afsnit 6D vedr. installationsstikforbindelser.

18) Bekendtgørelse nr. 1041 af 10. november 2011 om stærkstrømsbekendtgørelsen, afsnit 6C, særlige krav til anvendelse af stikpropper og stikkontakter i installationer.

19) Bekendtgørelse nr. 797 af 30. august 1994 om ikrafttræden af EF-direktiv om tilnærmelse af medlemsstaternes lovgivning om elektrisk materiel bestemt til anvendelse inden for visse spændingsgrænser, som ændret ved EF-direktiv om ændring af bl.a. EF-direktiv om elektrisk materiel bestemt til anvendelse inden for visse spændingsgrænser.

20) Bekendtgørelse nr. 697 af 18. august 1995 om elektrisk materiel og elektriske sikringssystemer til anvendelse i eksplosionsfarlig atmosfære.

21) Bekendtgørelse nr. 1041 frá 10. november 2011 om stærkstrømsbekendtgørelsen, afsnit 6C, særlige krav til anvendelse af stikpropper og stikkontakter i installationer.

22) Bekendtgørelse nr. 1154 frá 6. oktober 2010 om stærkstrøm afsnit 6D vedr. Installationsstikforbindelser.

23) Bekendtgørelse nr. 1054 frá 8. desember 2003 om kontrol af elektriske installationer i forsamlingslokaler.

Stk. 3. Elnevndin kann í neyðugan mun áseta broytingar í teimum reglum, sum nevndar eru í stk. 1 og 2. Broytingarnar skulu í mestan mun vera samsvarandi samtyktum altjóða reglum.

Stk. 4. Um so er, at tær broytingar, sum ásettar eru sbrt. stk. 3, hava við sær munandi samfelagsligar útreiðslur ella avgerandi broytingar í viðurskiftunum hjá størri samfelagsbólkum at gagnnýta elmegi, skulu broytingarnar verða góðkendar av landsstýrinum.

§ 2. Sterkstreymsreglugerðin við teimum broytingum, sum elnevndin hevur ásett, hevur gildi fyri teir í løgtingslóg um sterkstreymsútbúnað nevndu sterkstreymsútbúnaðir og fyri tað eltilfar, ið koma uppí ella verða íbundin slíkar útbúnaðir við hesum avmarkingum:

1)   Lágspenningsútbúnaðir til eftirkannan og royndir á rannsóknarstovum og verksmiðjum skulu bert lúka reglurnar í reglugerðini í tann mun, hetta kann verða gjørt, uttan at nýtslan av útbúnaðinum av hesum gerst trupul.

2)   Reglugerðin er ikki galdandi fyri útbúnaðir til elbreytir o.tíl. Slíkir útbúnaðir skulu tó verða fráboðaðir elnevndini, sum í hvørjum einstøkum føri kann áseta serligar trygdarreglur, hvat ið viðvíkur tí elektriska, fyri gerð og rakstur av útbúnaðunum.

3)   Í akførum hevur reglugerðin ikki gildi fyri egnar elinnleggingar og útgerð.

4)   Í flogførum og skipum hevur reglugerðin ikki gildi fyri elinnleggingar og útgerð í nýtslu innanborða.

Stk. 2. Ásetingarnar í reglugerðini, ið viðvíkja viðurskiftum hjá sterkstreymsútbúnaðum mótvegis øðrum lutum, skulu ikki bara verða hildnar, tá ið sterksteymsútbúnaðir verða gjørdir, men eisini tá ið aðrir lutir verða gjørdir og uppsettir nærindis sterkstreymsútbúnaðum.

Stk. 3. Bekendtgørelse om administration m.v. af stærkstrømsloven, sum var í gildi í Danmark 30. juni 2017, er galdandi við hesum broytingum:

1)   Í staðin fyri Danmark, verður yvirhøvur sett Føroyar.

2)   Heimildir, ið Sikkerhedsstyrelsen hevur, verða latnar Elnevndini.

3)   Heimildir, ið økonomi- og erhvervsministeren hevur, verða latnar landsstýrismanninum.

4)   § 9 Afgifter af stærkstrømsanlæg verður ikki nýtt.

5)   § 17 “Klageadgang” verður ikki nýtt, sbr. § 4.

Stk. 4. Fyrisitingarligu reglurnar verða annars nýttar við teimum frávikum, sum standast av føroyskari lóggávu.

§ 3. Sterkstreymsreglugerðin við broytingum, ásettar av elnevndini, eru undantiknar upptøku í Kunngerðablaðnum, sbrt. § 2, stk. 5 í løgtingslóg um sterkstreymsútbúnað.

Stk. 2. Elektricitetsrådet skipar fyri útgávu av sterkstreymsreglugerðini. Upplýsingar um innihaldið í reglugerðini og um broytingar í hesi, ásettar av elnevndini, fær ein við at venda sær til elnevndina.

Kæra

§ 4. Avgerðir, sum Elnevndin hevur tikið eftir hesi kunngerð, kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Stk. 2. Kæra um avgerðir, sum netfelag hevur tikið sbrt. § 21 í løgtingslóg um sterkstreymsútbúnað, kunnu kærast til Elnevndina. Avgerðin skal innihalda upplýsing um kæruatgongd.

Stk. 3. Freistin fyri at lata kæru er 4 vikur eftir at avgerðin er boðað viðkomandi.

Stk. 4. Kæra sleppur ikki kæraranum undan at fylgja krøvum, boðum ella forboðum uttan so, at kærumyndugleikin eftir áheitan hevur givið kæruni steðgandi virknað.

§ 5. Brot á sterkstreymsreglugerðina verður revsað við sekt.

Stk. 2. Somuleiðis verður tann revsaður sbrt. § 5, stk. 1, nr. 1 og 2 í løgtingslóg um sterkstreymsútbúnað, sum ikki lýkur treytirnar fyri einum loyvi sbrt. sterkstreymsreglugerðini ella letur vera við at gera eftir forboðum ella boðum, ið eru givin sbrt. sterkstreymsreglugerðini.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 173 frá 21. september 1993 um ígildissetan av sterkstreymsreglugerð v.m.

 

 

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 19. juli 2019

 

Sirið Stenberg (sign.)

landsstýrismaður

/ Turid Arge (sign.)