22. september 2009Nr. 117
Kunngerð um broyting í kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu v.m.
§ 1
Í kunngerð nr. 52 frá 4. juni 2008 um forskriftir og forskriftaskyldu v.m. verður § 8, stk. 3 orðað soleiðis:
”Stk. 3. Á forskrift til dýr skal umframt slag av dýri tilskilast navn, føðingardagur og nágreiniligur bústaður hjá eigaranum. Tá ið talan er um partafeløg verður kravt, at V-tal eisini verður tilskilað.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 22. september 2009
Aksel V. Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)