25. november 1986Nr. 117
Kunngerð um undantøk frá skylduni at nýta trygdarbelti
Við heimild í § 42, 3. og 4. stk., í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Skyldan at nýta trygdarbelti er ikki galdandi fyri persónar, sum við læknaváttan hava fingið undantak at nýta tílík. Váttanin skal havast við, meðan koyrt verður og skal vísast løgregluni, um hetta verður kravt.
2. stk. Skyldan at nýta trygdarbelti er heldur ikki galdandi fyri vinnuliga koyring við lítlari ferð, um avvarðandi ofta skal úr bilinum, og fjarstøðan millum hvønn steðg ikki er meira enn 500 m.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.