Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. desember 1994Nr. 118
Kunngerð um proviantering av skipum og flogførum til nýtslu umborð ella til sølu til ferðafólk
Sambært § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald við seinni broytingum, og sambært § 28 a í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. Skip og flogfør kunna sambært reglunum í hesi kunngerð provianterast við vørum, ið eru frítiknar fyri toll og avgjøld, og vørur, sum endurgjald av tolli ella avgjøldum verður kravt fyri.
§ 2. Skip kunnu provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum til nýtslu umborð og til sølu til ferðafólk v.m., tá farið verður í fremmanda havn uttan fyri tað føroyska tolløkið.
Stk. 2. Fiskifør, bæði føroysk og útlendsk, ið fara til fiskiskap á fjarleiðum ella í minsta lagi í 30 samdøgur uttan fyri tað føroyska tolløkið, og útlendsk fiskifør, ið fara til fiskiskap í eitt styttri tíðarskeið, uttan fyri tað føroyska tolløkið, kunnu provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum til nýtslu umborð.
Stk. 3. Toll- og Skattstova Føroya kann nokta proviantering við toll- og avgjaldsfríum vørum, tá ið høvuðsendamálið við eini rutu ella einum einstøkum túri ikki er at hava ella varðveita ferðasamband í vanligari merking ímillum Føroyar og útlond.
§ 3. Proviantering av skipum kann fara fram við eini hóskandi nøgt - eftir meting Toll- og Skattstovunar - ásettar við atliti til verandi proviantnøgdina umborð, túralongd og hvussu stórt manningar- og ferðafólkatalið er. Proviantering við toll- og avgjaldsfríum rúsdrekka, víni og tubbaksvørum og sigarettpappíri kann, við teimum í stk. 2-4 nevndu serligum avmarkingum, í mesta lagi fara fram við niðanfyri ásettu nøgdum fyri hvønn av manningini ella hvørt ferðafólkið um samdøgrið eftir ætlaðu túralongd: 1/4 litur av rúsdrekka, 1/4 litur av víni og 40 gr. tubbaksvørur og 1 sigarettpappír fyri hvørt gramm av smáttskornum tubbaki.
Stk. 2. Toll- og Skattstova Føroya kann áseta reglur fyri proviantering til nýtslu umborð og sølu til ferðafólk á ferðamannaskipum og -flogførum í ferðslu ímillum Føroyar og útlond fyri hvørja einstaka rutu.
Stk. 3. Fiskifør, bæði føroysk og útlendsk, ið fara til fiskiskap á fjarleiðum ella í minsta lagi í 30 samdøgur uttanfyri tað føroyska tolløkið, kunnu í mesta lagi provianterast við niðanfyri ásettu nøgdum av toll- og avgjaldsfríum vørum fyri hvønn av manningini fyri hvørt tíðarskeið á 30 samdøgur: 2 litrar av rúsdrekka, 2 litrar av víni, 600 sigarettir ella samsvarandi nøgd í øðrum tubbaksvørum, og aðrar vørur í hóskandi nøgdum - eftir meting Toll- og Skattstovunnar.
Stk. 4. Útlendsk fiskifør kunnu í øðrum førum enn teimum, ið eru nevnd í stk. 3, jb. § 2, stk. 2 í mesta lagi provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum við niðanfyri nevndu nøgdum fyri hvønn av manningini: 1 litur av rúsdrekka, 1 litur av víni, 200 sigarettir ella samsvarandi nøgd í øðrum tubbaksvørum, og aðrar vørur í hóskandi nøgdum eftir meting Toll- og Skattstovunnar.
Stk. 5. Toll- og Skattstovan kann í øðrum serligum føri loyva útlendskum skipum at proviantera við toll- og avgjaldsfríum vørum til nýtslu umborð.
§ 4. Flogfør kunnu provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum til nýtslu umborð og til sølu til ferðafólk, tá flogið verður til fremmanda lendingarbreyt uttan fyri tað føroyska tolløkið.
Stk. 2. Rutu- og leiguflogfør, sum eru innrættað til flutning av í minsta lagi 5 fólkum, kunnu provianterast við toll- og avgjaldsfríum vørum.
§ 5. Proviantering av flogførum kann fara fram við eini hóskandi nøgd eftir meting Toll- og Skattstovunnar ásett við atliti til verandi proviantnøgdina umborð, túralongd og hvussu stórt manningar- og ferðafólkatalið er.
§ 6. Toll- og Skattstova Føroya ásetir nærri reglur fyri proviantering av skipum og flogførum og kann m.a. avgera, at toll- og avgjaldsfríur proviantur v.m. skal goymast í serligum rúmum ella serligum stongsli, at søla av toll- og avgjaldsfríum vørum til ferðafólk skal fara fram úr til tað innrættaðum sølubúðum, at goymsluroknskapur á nærri ásettan hátt skal verða førdur yvir toll- og avgjaldsfríar vørur, og at eftirlit skal vera við keypi hjá ferðafólki av toll- og avgjaldsfríum vørum.
Stk. 2. Loyvi til proviantering skal vera fingið, áðrenn farið verður undir at proviantera. Provianteringsloyvi fæst frá Toll- og Skattstovu Føroya annaðhvørt sum standandi loyvi ella í hvørjum einstøkum føri.
Stk. 3. Toll- og Skattstova Føroya kann nokta ella afturkalla provianteringsloyvi, um so er, at førarin ella eigarin á einum skipi ella flogfari hevur sett til viks ella setur til viks provianteringstreytir.
§ 7. Skiparin á skipinum ella flogfarinum, ella tann, sum hesin hevur givið fulltrú, skal kvitta fyri at hava móttikið proviantin umborð.
Stk. 2. Proviantur skal fara umborð undir tolleftirliti.
§ 8. Toll- og avgjaldsfríar vørur kunnu krevjast undir tollstongsul, tá ið skip ella flogfør eru í føroyskum tolløki. Kann tollstongsul ikki fáast til høldar á fullgóðan hátt, kann verða skipað so fyri til trygd fyri toll- og avgjaldsfríu vøruni, harímillum at tollvakt verður sett við skipið ella flogfarið fyri egnan kostnað.
Stk. 2. Skiparin ella ánarin á skipinum ella flogfarinum ábyrgist fyri tolli og avgjøldum á írestandi vøru og provianti, sum avhendast, goymist, brúkast ella útflytist úr tí føroyska tolløkinum, í stríð við reglurnar í hesi kunngerð.
§ 9. Brot á reglurnar í hesi kunngerð og brot á treytir, ið eru settar í samband við provianteringsloyvi, verða revsað sambært kap. 10 í tolllógini, har tað í kapitlinum er álagt revsing fyri brot á reglurnar.
Stk. 2. Onnur brot á reglurnar í hesi kunngerð verða revsað við bót, um tey eru framd við tilætlan ella av grovum ósketni.
§ 10. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.