Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. juli 2020Nr. 118
Kunngerð um kvotur av makreli og norðhavssild til vinnuligar royndir og verkætlanir
Við heimild í § 49, stk. 10 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 19. juni 2020, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Henda kunngerð ásetir, hvussu kvotur sambært § 49, stk. 1 og 2 í løgtingslógini:
1) verða býttar millum § 49, stk. 1 og 2,
2) treytir fyri at fáa lut í kvotum sambært § 49, stk. 1 og 2, og
3) mannagongdir og treytir í sambandi við umsóknir.
Vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 49, stk. 1
§ 2. Av teimum 7.100 tonsunum av makreli, sum sambært § 15, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini eru sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir, vera í 2020 sett 4.260 tons av til vinnuligar royndir og verkætlanir.
Stk. 2. Av teimum 13.492 tonsunum av norðhavssild, sum sambært § 15, stk. 1, nr. 3 og stk. 2 í løgtingslógini eru sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir, vera í 2020 sett 8.095 tons av til vinnuligar royndir og verkætlanir, sambært § 49, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 3. Írestandi nøgdin verður sett av sambært § 49, stk. 2 í løgtingslógini.
Treytir til umsóknir eftir kvotum sambært § 49, stk. 1
§ 3. Umsókn um kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir, sambært § 49, stk. 1, skal sum minstamark hava hesar upplýsingar:
1) umsóknin skal nágreiniliga lýsa eina vinnuliga roynd ella verkætlan, sum kvotan skal nýtast til,
2) umsóknin skal lýsa, hvørja nøgd av fiskaslagnum ella nøgdir av fiskasløgum søkt verður um og fyri hvat áramál,
3) umsóknin skal lýsa, hvussu vinnuliga royndin ella verkætlanin, ið kvotan skal nýtast til, kann skapa ella stimbra undir menning, nýskapan og virðisøking í gagnnýtsluni av fiskaslagnum,
4) umsóknin skal lýsa virkisætlan og fíggjarætlan og ymsu tættirnar í verkætlanini, harundir hvat fer fram umborð, hvat fer fram á landi, og hvussu sølan fer fram,
5) virkisætlanin, sambært nr. 4, skal fevna um sølu og marknað, og virkisætlanin skal ítøkiliga vísa møguliga gongd frá rávøru til hálvlidna vøru til liðugvøru,
6) umsóknin skal neyvt upplýsa, hvussu vinnuliga royndin ella verkætlanin er fyrireikað, og nær ítøkiliga verður byrjað, og
7) um umsøkjari og eigari av fiskifari ikki er tann sami, er endalig tilsøgn treytað av, at umsøkjari innan ávísa tíðarfreist skjalprógvar avtalu við eigara av fiskifari við veiðiloyvi ella við fiskiloyvi í bólki 5, ið skal veiða tillutaðu rættindini fyri umsøkjaran. Avtalan gerst tá partur av umsóknargrundarlagnum.
Stk. 2. Eigari av fiskifari nýtist ikki at lúka treytirnar í § 49, stk. 3 í løgtingslógini.
Stk. 3. Umsóknin kann fevna um virksemi á sjógvi eins og virksemi á landi.
Meting og tilmæli av umsóknum eftir kvotu sambært § 49, stk. 1
§ 4. Umsóknir eftir kvotu, sambært § 49, stk. 1, verða viðgjørdar við støði í innkomnum tilfari og treytum sambært løgtingslógini og hesi kunngerð. Umsóknirnar verða mettar við støði í teimum høvuðsfyrilitum, ið tilskilað eru í skjali 1 til hesa kunngerð.
Ískoytiskvotur sambært § 49, stk. 2
§ 5. Av teimum 7.100 tonsunum av makreli, sum sambært § 15, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini eru sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir, vera í 2020 sett 2.840 tons av til at styrkja um kvotugrundarlagið hjá eigara av fiskifari.
Stk. 2. Av teimum 13.492 tonsunum av norðhavssild, sum sambært § 15, stk. 1, nr. 3 og stk. 2 í løgtingslógini eru sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir, vera í 2020 sett 5.397 tons av til at styrkja um kvotugrundarlagið hjá eigara av fiskifari, sbr. § 49, stk. 2 í løgtingslógini.
Treytir til umsóknir fyri at fáa lut í ískoytiskvotum sambært § 49, stk. 2
§ 6. Fyri at kunna fáa lut í kvotuni sambært § 5, skal fiskifarið í 2019 ella 2020 hava fingið útskrivað fiskiloyvi og í hesum sambandi skal vera skrásett at hava avreitt norðhavssild ella makrel av føroyskum kvotum.
Stk. 2. Í umsóknini skal eigari av fiskifari við støði í roknskapi, fiskiskapi higartil og øðrum viðkomandi tilfari, skjalprógva yvir fyri Fiskimálaráðnum, hví viðkomandi ikki metir seg, við verandi kvotugrundarlagi, hava eitt nóg stórt kvotugrundarlag til at skipa verandi skiparakstur.
Meting og tilmæli av umsóknum eftir ískoytiskvotu sambært § 49, stk. 2
§ 7. Umsóknir eftir ískoytiskvotu, sambært § 49, stk. 2, verða viðgjørdar við støði í innkomnum tilfari og treytum sambært løgtingslógini og hesi kunngerð. Umsóknirnar verða mettar við støði í teimum høvuðsfyrilitum, ið tilskilað eru í skjali 2 til hesa kunngerð.
Frágreiðing í sambandi við endurnýggjan av kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir og ískoytiskvotur
§ 8. Í sambandi við, at fiskiloyvi til vinnuligar royndir og verkætlanir, sambært § 3, kann verða endurnýggjað á hvørjum ári í upp til fimm ár, skal rættindahavarin lata Fiskimálaráðnum teldutøka frágreiðing um vinnuligu royndina og verkætlanina. Frágreiðingin skal m.a. innihalda gongd og niðurstøður frá vinnuligu royndini og verkætlanini.
Stk. 2. Frágreiðing um ískoytiskvotur, sambært § 5, skal greiða frá, hvussu ískoytiskvoturnar hava verið við til at bøta um skiparaksturin, og í hvønn mun ískoytiskvoturnar fara at tryggja ein nøktandi skiparakstur komandi árið.
Stk. 3. Frágreiðing um vinnuligu royndina og verkætlanina í einum álmanakkaári skal latast inn í seinasta lagi 1. februar árið eftir. Frágreiðing um ískoytiskvoturnar í einum álmanakkaári skal somuleiðis latast inn 1. februar árið eftir.
Stk. 4. Frágreiðingin sambært hesi grein er grundarlag undir metingini um endurnýggjan av vinnuligu royndini og verkætlanini og ískoytiskvotunum.
Oyðibløð og leistur til frágreiðingar
§ 9. Landsstýrismaðurin ger oyðiblað, ið skal nýtast í sambandi við umsóknir sambært hesi kunngerð.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger leist fyri árligu frágreiðingunum í sambandi við endurnýggjan av fiskiloyvinum, sbr. § 8.
Revsing
§ 10. Umsøkjari, sum hevur givið skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella í sama sambandi hevur tagt burtur týðandi upplýsingar í sambandi við umsókn sína, kann verða revsaður við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 10. juli 2020
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Metingarskjal í sambandi við kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir
Umsóknir skulu viðgerast og metast við grundarlagi í teimum ítøkiligu upplýsingunum, ið umsóknin hevur um vinnuligu royndina ella verkætlanina og tí virksemi, ið er grundarlag undir teimum.
Ítøkiliga verður metingin serliga grundað á hesi fyrilit:
1)
Í hvussu stóran mun stuðlar verkætlanin, royndin ella virksemið, ið umsóknin fevnir um, undir:
a) menning og nýskapan, tað veri seg innan tøkniligan útbúnað og mannagongdir, eins og vørumenning,
b) virðisøking, tað merkir teir møguleikar fyri virðisøking, ið verkætlanin hevur til endamáls,
c) at virka veiðuna umborð, og
d) at virka veiðuna á virkjum á landi.
2)
Í heildarmetingini verdur dentur lagdur á, at fíggjarlig orka er tøk hjá umsøkjarunum til vinnuligu royndina ella verkætlanina, eins og hvørjar førleikar grundarlagið fyri vinnuligu royndini ella verkætlanini er bygt á.
Týðandi partur av metingini eru upplýsingar um, nær verkætlanin ella royndin byrjar, eins og útlitini fyri, at verkætlanin gerst virkin og sjálvberandi, tá tíðarskeiðið er farið.
Niðurstøðan í viðgerðini skal byggja á eina heildarmeting av vinnuligu royndini ella verkætlanini, sambært nr. 1, litra a-d, umframt onnur atlit sambært lóggávuni annars.
Skjal 2
Metingarskjal í sambandi við ískoytiskvotur
Umsóknir skulu viðgerast og metast við grundarlagi í teimum ítøkiligu upplýsingunum um skiparaksturin higartil. Umsøkjari skal grundgeva og skjalprógva fyri Fiskimálaráðnum, hví viðkomandi metir seg hava tørv at fáa lut í ískoytiskvotunum við eitt nú at vísa á skiparoknskapin seinastu árini, fiskiskapin higartil o.s.fr. Tað er ikki ein avgjørd treyt fyri at fáa ískoytiskvotu, at fiskifarið, ið søkt verður um ískoytiskvotu til, hevur veiðiloyvi.
Ítøkiliga verður metingin serliga grundað á hesi fyrilit:
1) At møgulig tillutað kvota veruliga kann bøta um skiparaksturin.
2) At góðskan á norðhavssilda- og makrelveiðuni og kølingin av hesum er somikið góð, at veiðan kann landast til matna.
Í heildarmetingini verður dentur lagdur á, at møgulig játtað ískoytiskvota tryggjar, at skiparaksturin ber seg. Í hesum sambandi skal umsøkjari tilskila eina minstunøgd av ískoytiskvotu til tess at tryggja verandi skiparakstur.