19. juli 2019Nr. 118
Kunngerð um broyting í kunngerð um gymnasialar miðnámsútbúgvingar (Undirvísingarkunngerðin)
(Breytarlærugrein á hugbreytini)
§ 1
Í kunngerð nr. 9 frá 22. januar 2013 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar (Undirvísingarkunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 33 frá 7. apríl 2014, kunngerð nr. 58 frá 11. mai 2016, kunngerð nr. 67 frá 16. juni 2016 og kunngerð nr. 37 frá 31. mars 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 4, stk. 4, nr. 1 verður strikað.
Nr. 2-5 verða eftir hettar nr. 1-4.
2. Í § 8 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Um valið sbrt. § 8, stk. 1, nr. 2 ikki er danskt A, verður ein felagslærugrein, ein breytarlærugrein ella lærugreinin tónleikur, lyft frá B til A.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri teir næmingar, sum byrja útbúgvingina í 1. august 2020 ella seinni.
Mentamálaráðið, 19. juli 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)