10. august 2017Nr. 119
Kunngerð um broyting í kunngerð um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar
(Hjáveiða av toski og hýsu fram til 7. september 2017)
§ 1
Í kunngerð nr. 65 frá 3. juni 2010 um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar, sum broytt við kunngerð nr. 43 frá 24. mai 2011, kunngerð nr. 70 frá 30. mai 2013, kunngerð nr. 104 frá 2. august 2013 og kunngerð nr. 24 frá 9. apríl 2014, verður § 5, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kann hjáveiðan av toski og hýsu fyri hvønn túr í tíðarskeiðinum fram til 7. september 2017 vera upp til 50% tilsamans av vektini av veiðinøgdini av samlaðu veiðuni.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 10. august 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)