Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. september 2011Nr. 119
Kunngerð um broyting í kunngerð um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum
§ 1
Í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001 um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Aftaná § 1, stk. 2, verður sett sum nýtt stk. 3:
”Stk. 3. Vøra, sum verður innflutt úr teimum í fylgiskjali 18 nevndu londum, er undantikin tí veterinera eftirliti, sum annars er galdandi eftir stk. 2. Vøran skal koma frá ES-góðkendum virkjum ella frá virkjum, ið eru góðkend av íslendskum myndugleikum. Fráboðan um vøruna skal latast Heilusfrøðiligu starvsstovuni á fylgiskjali 19. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur myndugleika at gera stakeftirlit av vøruni, t.d. um illgruni er um vanda fyri fólka- ella djóraheilsu.”
Stk. 3-18 verða hereftir stk. 4-19.
2) § 2 verður orðað soleiðis:
”§ 2. Meklarar, flogfeløg, linjuagentar, flutningsfeløg, boðberafeløg o.o. skulu senda marknaeftirlitsstøðini (BIP-inum) farmayvirlit (cargomanifest) fyri eitt og hvørt skip ella flogfar, sum kemur til Føroya. Hetta er galdandi uttan mun til, um lastin ella partar av lastini verða verandi umborð, umskipað, løgd upp, innflutt ella eru í gjøgnumferð. Fráboðanin, sum týðiliga skal eyðmerkja skipið ella flogfarið og hvørja last, talan er um, skal vera marknaðeftirlitsstøðini í hendi í seinasta lagi 24 tímar áðrenn skipið ella flogfarið væntandi kemur.
Stk. 2. Matvørur, sum eru partur av lastini, nevnd í stk. 1, skulu frammanundan fráboðast, sbr. § 7, uttan so, at tær verða verandi umborð.
Stk. 3. Havnir, har marknaeftirlitsstøð er staðsett, skulu senda marknaeftirlitsstøðini fráboðan um, nær væntað verður, at skipini koma á havnina. Í fráboðanini skulu skipini eyðmerkjast við navni, og upplýsast skal, hvaðani skipini koma.”
3) Aftaná fylgiskjal 18 verður sett sum nýtt fylgiskjal 19:
”Fylgiskjal 19
Lond, hvørs vøra er undantikin veterinerum eftirliti eftir § 1, stk. 3
Ísland
New Zealand”
4) Aftaná fylgiskjal 19 verður sett sum nýtt fylgiskjal 20:
“Fylgiskjal 20
Fráboðanarskjal til innflutning av matvørum til nýtslu í Føroyum
sambært § 1, stk. 3 í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001
um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum
| 1.1 Sendari (navn og bústaður):
| 1.2 Nummar á heilsuváttan/upprunaváttan:
| ||
| 1.3 Eftirlitsmyndugleikin í Føroyum:
HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN FALKAVEGUR 6, 2. HÆDD FO-100 TÓRSHAVN
| |||
| 1.4 Móttakari (navn og bústaður):
| |||
| 1.5 Upprunaland á vøruni: | 1.6 Nær kemur vøran til Føroyar:
| ||
| 1.7 Vøruframleiðari (navn og bústaður):
Løggildingarnummar:
| 1.8 Bingjunummar:
Seglnummar:
| ||
| 1.9 Flutningseind: | 1.10 Flutningsfyritøka (navn og bústaður):
| ||
| 1.11 Slag av matvørum:
| 1) 1.12 Nettovekt (kg):
| ||
| 1.13 Goymsluháttur:
Fryst Kølivøra Stovuhiti | 1.14 Tal av kolli:
| ||
|
Undirritaði innflytari váttar, at innflutningurin fer fram sambært reglunum í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001 um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum | |||
| _________________________ Staður | _________________ Dagfesting |
| |
| _________________________________ Undirskrift hjá innflytara/ábyrgdarpersóni | _________________________________ (Navn við spjaldrastavum) |
| |
| |||
”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 14. september 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)