Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20 desember 2006Nr. 119
Kunngerð um felags útbúgvingarreglur og útbúgvingarbygnað fyri yrkisútbúgvingar
Við heimild í § 4, stk. 1, § 7, stk. 2, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 16, stk. 2, § 17, stk. 2, § 18, stk. 1 og 2 og § 46 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, verður ásett:
Kapittul 1
Útbúgvingarreglur
§ 1. Fyri góðkendar yrkisútbúgvingar skulu yrkisnevndirnar áseta:
1) Útbúgvingartíðina og býtið millum verkligu læruna og skúlagongdina,
2) stevnumiðini fyri verkligu læruna og skúlagongdina,
3) hvørjar yrkislærugreinir eru partur av útbúgvingunum, og
4) reglur um døming við atliti at yrkislærugreinum, her í millum stevnumiðini fyri møguligari yrkis- ella sveinaroynd.
§ 2. Valið av lærugreinum eigur, við atliti at viðkomandi yrkisøki og saman við skipanini av undirvísingini, at tryggja:
1) Fakligu breiddina í undirvísingini, so at lærlingarnir fáa kunnleika til tilfar, arbeiðsgongdir, tænastuveiting, dygdartilvitan og umhvørvi, mál og náttúruvísund, fyrisiting og vinnubygnað við atliti at fakligum fjølbroytni,
2) persónligu menningina, við at stimbra ta einstøku persónsmenskuna, gera lærlingarnar førar fyri at ogna sær nýggja vitan, styrkja sjálvbjargni, skapanarevni, samstarvs-, samskiftis- og greiningarevni og við hesum sjálvsálitið,
3) lestrarførleikan við atliti at fyritreytunum fyri eftir- og framhaldandi útbúgving, og
4) fatanina av samfelagnum og tess menning innan ymisk øki, eins og innlit í viðurskifti í øðrum londum og mentan teirra.
Kapittul 2
Útbúgvingarbygnaður
§ 3. Yrkisútbúgvingarnar eru settar saman av verkligari læru á læruplássi og skúlagongd, sum eiga at styðja hvørja aðra og vera ein samanhangandi heild.
Útbúgvingartíð
§ 4. Samlaða útbúgvingartíðin og býtið millum verkliga læru og skúlagongd verður ásett í einstøku útbúgvingarkunngerðini.
§ 5. Fyri vaksin og fyri lærlingar við serligum fyritreytum kann verða skipað fyri serligari tilrættalagdari útbúgvingargongd.
Stk. 2. Skúlin tekur avgerð um stytting av skúlatíðini. Verður skúlatíðin stytt meira enn 4 vikur, skal hetta fráboðast yrkisnevndini, so yrkisnevndin kann taka støðu til samlaðu útbúgvingartíðina, sbr. §§ 35 og 37 í lógini. Í øðrum førum kann skúlin ístaðin fyri stytting av skúlatíðini bjóða lærlinginum undirvísing í øðrum lærugreinum.
Stk. 3. Skúlin kann frítaka lærlingar fyri partar av undirvísingini treytað av, at teir á annan hátt kunnu ogna sær neyðuga kunnleikan, m.a. sum heimaarbeiði.
Innihaldið í skúlaundirvísingini
§ 6. Í einstøku útbúgvingarkunngerðini skal býtið millum yrkislærugreinir, almennar lærugreinir og vallærugreinir ásetast við vegleiðandi tímatali.
Stk. 2. Innihaldið í yrkislærugreinunum skal við atliti at viðkomandi yrkisøki skipast soleiðis, at fyrilit verður tikið fyri:
1) Tøkniligum og náttúrufakligum evnum, sum bæði eru verklig og ástøðilig við tilknýti til vanligar arbeiðsuppgávur, arbeiðshættir, maskinur, útbúnað, amboð, tilfar, fyrisiting og fyriskipanir,
2) evnum, sum viðvíkja formgeving og dygdartilvitan,
3) yrkiskunnleika í tøkniligum, vinnubúskaparligum og samfelagsligum høpi, bæði í søguligum baksýni og í nútíðarsýni,
4) evnum, sum lýsa sambandið millum vøkstur og menning í einum virki, umframt ta fyriskipanarligu, fíggjarligu, tøknifrøðiligu og tænastuveitingarligu menningina,
5) evnum, sum viðgera arbeiðsviðurskiftini innan fakøkið, her í millum umhvørvis- og trygdarviðurskifti,
6) evnum um leitan og nýtslu av vitan og samskifti á føroyskum og einum ella fleiri fremmandamálum,
7) evnum, har arbeitt verður við uppgávum, sum krevja støddfrøðiligar og líknandi arbeiðshættir, og
8) evnum av samfelagsligum, sosialum og mentanarligum slagi, her í millum samfelagsbúskap, arbeiðsmarknaðarviðurskifti og mentanarsøgu.
Stk. 3. Einstaka útbúgvingarkunngerðin skal geva møguleika fyri, at partar av skúlaundirvísingini í yrkislærugreinum, eftir samráð millum skúla og lærupláss, kunnu verða framdir á læruplássinum, sbr. § 7, stk. 2 í lógini.
Stk. 4. Einstaka útbúgvingarkunngerðin skal fevna um eina lýsing av høvuðsinnihaldinum í yrkislærugreinunum.
Stk. 5. Almennar lærugreinir eiga í mesta mun at liggja tíðliga í útbúgvingini. Málini fyri almennar lærugreinir og vallærugreinir í skúlaundirvísingini verða lýst í lesiætlanunum fyri hesar lærugreinir.
Stk. 6. Vallærugreinir verða bodnar út sbr. § 13, stk. 3 í lógini, her í millum ástøðiligar, verkligar og skapandi lærugreinir, sum stuðla tí yrkisvendu og almennu undirvísingini hjá lærlingunum, ið ynskja at gera meira burturúr serligum evnum í útbúgvingini, ella sum ynskja eina størri breidd.
Læruplássini
§ 7. Einstaka útbúgvingarkunngerðin skal fevna um samlaðu málini fyri útbúgvingina og málini fyri verkligu læruna, og við støði í hesum lýsa arbeiðsøkið og arbeiðshættirnar í verkligu læruni. Hesar ásetingar skulu:
1) Tryggja, at skúlaundirvísingin og verkliga læran styðja hvørja aðra og eru ein heild, og
2) síggja til, at læruplássini leggja til rættis verkligu læruna í einari hóskandi tíðargongd.
Dømiætlanir
§ 8. Einstaka útbúgvingarkunngerðin skal hava eina dømiætlan fyri alla útbúgvingina og fyri møguliga sveina- ella yrkisroynd.
Stk. 2. Døming í almennum lærugreinum og vallærugreinum fer fram sbr. ásetingunum um tær einstøku lærugreinirnar.
Stk. 3. Í yrkislærugreinum verður eftir hvørt skúlaskeið hildin ávegis innanhýsis roynd, sbr. tó stk. 4.
Stk. 4. Ávegis royndin er býtt upp í tveir partar, eina skrivliga og eina verkliga roynd.
Stk. 5. Bæði tann skrivliga og tann verkliga royndin er ein samansett roynd innan tær yrkislærugreinir, sum undirvíst er í á skúlaskeiðnum.
Stk. 6. Skúlin ger uppgávurnar til ávegis royndirnar.
Stk. 7. Givið verður eitt próvtal fyri ta skrivligu royndina, og eitt próvtal fyri ta verkligu royndina.
Stk. 8. Skúlar kunnu gera avtalu sínamillum um metarar til ávegis royndina.
§ 9. Í yrkisútbúgvingum, sum hava fleiri enn 3 skúlaskeið, verður eftir tað skúlaskeiðið, sum liggur miðskeiðis í útbúgvingini, hildin miðskeiðisroynd í yrkislærugreinunum.
Stk. 2. Miðskeiðisroyndin er skipað á sama hátt sum ávegis royndirnar sbr. § 8, stk. 4, tó tilnevnir yrkisnevndarfyrisitingin próvdómarar til miðskeiðisroyndina.
§ 10. 13-próvtalsstigin verður nýttur við dømingini í einstøku lærugreinunum.
Stk. 2. Met verða givin eftir hvørt skúlaskeið í øllum lærugreinum og skrivað í próvtøkubók.
Stk. 3. Um møguleiki er fyri bæði skrivligari og munnligari próvtøku, skal eitt met gevast í báðum førum.
Stk. 4. Fyri lærugreinir við minni enn 30 undirvísingartímum í einstaka skúlaskeiðinum verður givin ein luttøkuváttan. Talan er um meting lærarans um støðuna hjá lærlinginum, tá ið skúlaskeiðið endar.
Stk. 5. Listi við metum verður undirskrivaður av læraranum og latin skúlanum sambært reglum, sum skúlin ásetir. Skúlin skal varðveita hesar listar í minsta lagi eitt ár. Í teimum lærugreinum, sum Mentamálaráðið ikki tekur út til próvtøku, verður metið flutt í teigin “flutt met” í próvtøkubókini.
§ 11. Fyri at standa einstaka skúlaskeiði skal lærlingurin hava lokið almennu lærugreinirnar, yrkislærugreinirnar og vallærugreinirnar við í minsta lagi próvtalinum 6,0 í miðal.
Stk. 2. Miðaltalið verður roknað soleiðis:
1) Eitt miðaltal verður við einum desimali roknað av øllum próvtølunum í almennum lærugreinum og vallærugreinum, herundir fluttum metum, og
2) eitt miðaltal verður við einum desimali roknað av próvtølunum í yrkislærugreinunum.
Stk. 3. Endaliga úrslitið verður við einum desimali roknað sum miðaltal av stk. 2 nr. 1 og nr. 2.
§ 12. Viðvíkjandi døming í einari støðisútbúgving ella øðrum útbúgvingum, sum kunnu geva frítøku fyri skúlaundirvísingini ella stytting av lærutíðini, eru ásetingarnar um døming í viðkomandi útbúgvingarkunngerð galdandi.
Skúlaummæli
§ 13. Tá ið hvørt skúlaskeið er lokið, tó ikki tað seinasta, letur skúlin lærlinginum og viðkomandi læruplássi eitt ummæli.
Stk. 2. Í ummælinum standa øll úrslit hjá lærlinginum. Um úrslitini ikki eru nøktandi, ger skúlin eisini sína meting av, um lærlingur hevur eyka skúlaundirvísing ella eyka upplæring á læruplássinum fyri neyðini.
Stk. 3. Skúlaummælið skal ikki hava aðrar metingar ella útsøgnir um lærlingin enn tær, sum nevndar eru í stk. 2.
Skúlaváttan
§ 14. Eftir seinasta skúlaskeið útflýggjar skúlin lærlinginum skúlaváttan. Í skúlaváttanini skulu standa tær sergreinir, sum lærlingurin hevur tikið, umframt øll met, sum lærlingurin hevur fingið, harímillum øll próvtøkumet og meting av yrkis- ella sveinaroynd.
Stk. 2. Aðrar metingar ella útsagnir mugu ikki setast í skúlaváttanina.
Stk. 3. Avrit av skúlaváttanini skal sendast til viðkomandi lærupláss og til yrkisnevndarfyrisitingina.
Stk. 4. Skúlaváttan kann bert gevast lærlingi, sum hevur staðið próvtøku ella roynd.
Stk. 5. Um so er, at lærlingurin gevst áðrenn lokna útbúgving, fær lærlingurin eina váttan frá skúlanum fyri tann partin, hann hevur luttikið í.
Starvsváttan
§ 15. Eftir lokna læru skal viðkomandi lærupláss geva lærlingi eina starvsváttan um verkliga partin. Um so er, at fleiri virki eru partar av lærusáttmálanum, gevur hvørt virki sær eina starvsváttan.
Stk. 2. Avrit av starvsváttanini skal latast til skrivstovuna hjá viðkomandi yrkisnevnd.
Stk. 3. Starvsváttanin skal fevna um:
1) Heitið á útbúgvingini, umframt heitið á møguligari sergrein ella yrki,
2) navnið á virkinum,
3) navnið á útisetavirki, og nær lærlingurin hevur verið har,
4) váttan um, at verkliga læran er framd samsvarandi galdandi reglum,
5) undirskrift virkisleiðarans, og
6) navn og føðingardagur lærlingsins.
Stk. 4. Skrivstovan hjá viðkomandi yrkisnevnd ger oyðubløðini til starvsváttanirnar.
Stk. 5. Ein starvsváttan kann eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd fevna um aðrar, enn tær í stk. 3 nevndu upplýsingar, tá ið tað snýr seg um upptøku til yrkis- ella sveinaroynd.
Stk. 6. Starvsváttanin skal ikki hava metandi útsøgn um lærlingin.
Stk. 7. Um so er, at verkliga læran heldur uppat, fær lærlingurin eina váttan frá læruplássinum fyri tíðina, hann hevur verið har.
Yrkis- ella sveinaroynd
§ 16. Reglur fyri møguligari yrkis- ella sveinaroynd, sum er partur av dømiætlanini í útbúgvingarkunngerðini, skulu fevna um:
1) Upptøku til yrkis- ella sveinaroynd,
2) uppgávusløg í yrkis- ella sveinaroyndum. Uppgávurnar skulu verða innan karmarnar av málunum fyri útbúgvingina,
3) døming, her í millum reglur um próvtalsgeving, og
Stk. 2. Fyri at lærlingur kann taka yrkis- ella sveinaroynd, skal hann frammanundan hava lokið krøvini um at standa almennar lærugreinir og yrkislærugreinir sbr. § 11, umframt møgulig krøv um próvtøkur í vallærugreinum.
§ 17. Í yrkis- ella sveinaroyndum verður 13-próvtalsstigin nýttur, sbr. kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming.
Stk. 2. Í einstøku útbúgvingarreglunum skal týðuliga síggjast, hvørji krøvini eru fyri at standa royndina.
Stk. 3. Dømingin skal vera avgjørd og ikki lutfalslig.
Stk. 4. Um miðalpróvtal verður givið við støði í einum ella fleiri lutapróvtølum, skulu reglur vera um útrokning av miðalpróvtali, her í millum hvussu próvtøl verða avrundað.
Stk. 5. Tann endaliga dømingin av royndini skal einans lýsast við einum tali.
Útbúgvingarskjal
§ 18. Tá ið lærlingur hevur lokið verkligu læruna og skúlagongdina, verður útbúgvingarskjal útskrivað við støði í skúlaváttanini sbr. § 14, og starvsváttanini sbr. § 15.
Stk. 2. Yrkisnevndarfyrisitingin skrivar út útbúgvingarskjalið.
Stk. 3. Í útbúgving, sum einans hevur skúlagongd, er skúlaváttanin at rokna sum útbúgvingarskjal.
§ 19. Útbúgvingarskjalið skal fevna um:
1) Heitið á útbúgvingini, umframt heitið á møguligari sergrein ella yrki,
2) heimild fyri útbúgvingini,
3) tilvísing til hjáløgdu skúlaváttan,
4) tilvísing til hjáløgdu starvsváttan,
5) navnið á tí, ið hevur skrivað útbúgvingarskjalið, og
6) navn og føðingardagur lærlingsins.
Stk. 2. Útbúgvingarskjalið skal ikki hava aðrar metingar ella útsagnir um lærlingin enn tær, sum nevndar eru í stk. 1.
Kapittul 3
Kærur
§ 20. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðiligum máli ella kæra um avgerð, tikin í sambandi við próvtøku, her í millum um áseting av próvtali, kann leggjast fyri landsstýrismannin.
Stk. 2. Um næmingur ikki er myndugur, verður avgerð skúlastjórans eisini send tí, sum hevur foreldramyndugleikan.
Stk. 3. Kæra í námsfrøðiligum máli, verður skrivliga latin skúlastjóranum innan 7 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd næminginum. Skúlastjórin ummælir kæruna og gevur tí, ið kærir, møguleika fyri innan 7 dagar at gera viðmerkingar til ummæli skúlastjórans. Málið verður sent landsstýrismanninum, saman við ummæli skúlastjórans og møguligum viðmerkingum frá kærara.
Stk. 4. Mentamálaráðið ger av, um avgerð skúlastjórans skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, sum kært hevur.
Stk. 5. Nærri reglur um kæru í sambandi við próvtøku verða ásettar av landsstýrismanninum.
Kapittul 4
Aðrar ásetingar
§ 21. Um skúlaundirvísingin í ávísari yrkisútbúgving ikki fer fram á føroyskum skúla, verður útbúgvingin skipað eftir teimum reglum, ið eru galdandi í viðkomandi landi.
Kapittul 5
Gildiskoma
§ 22. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 100 frá 18. juni 2001 um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.
Mentamálaráðið, 20. desember 2006
Jógvan á Lakjuni (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)