2. februar 2026Nr. 12
Kunngerð um javning av endurgjaldsupphæddum í ferðslulógini í 2026
Við heimild í § 55, stk. 5 í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai 2015, verður ásett:
§ 1. Tær í § 55, stk. 4 nevndu endurgjaldsupphæddir eru frá 1. januar 2026 til 1. januar 2027 ávikavist 142 mió. kr. fyri persónskaða ella miss av uppihaldara og 29 mió. kr. fyri skaða á lutir.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2026.
Fíggjarmálaráðið, 2. februar 2026
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)