Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. februar 2022Nr. 12
Kunngerð um ískoyti til gjald fyri ávís hjálparráð, sum broytt við kunngerð nr. 107 frá 12. november 2024
Við heimild í § 10, stk. 7 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 170 frá 12. desember 2020, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Heilsutrygd veitir fult ískoyti fyri hjálparráð, nevnd í skjali 1, sum verða útflýggjað á apoteki, sjúkrahúsi ella hjá privatum veitara, og sum
1) verða nýtt sum liður í einari viðgerð, ella
2) eru til persón, sum ikki hevur varandi tørv á hjálparráði
Stk. 2. Heilsutrygd tekur yvir hjálparráð 30 dagar eftir útskrivan frá sjúkrahúsverkinum.
Stk. 3. 1) Ískoyti verður veitt til hjálparráð, nevnd í skjali 1, sum verða brúkt inni á sambýlum og ellisheimum, ella sum heilsustarvsfólk brúka úti í heimarøktini.
Stk. 4. Ískoyti sambært § 1 verður einans veitt til tey hjálparráð, sum eru nevnd í skjali 1.
Stk. 5. Ískoyti til stuðulssokkar er tó álagt eitt egingjald á 200 kr.
§ 2. Ískoyti verður eisini veitt til hjálparráð at nýta í sambandi við heilivág, sum verður útflýggjaður á apotekinum.
Stk. 2. Støddin á ískoyti sambært § 2, stk. 1 verður ásett samsvarandi tilskotsstiganum fyri tilskotsheimilaðan heilivág í løgtingslógini um almenna heilsutrygd.
Umsókn
§ 3. Skrivlig umsókn frá borgara við læknaváttan og stuttari frágreiðing um tørvin verður latin Hjálparráðsnevndini.
Stk. 2. Tá ein umsókn er játtað, kann apotekið, sjúkrahúsið ella privati veitarin senda rokning fyri hesi hjálparráð til Heilsutrygd.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 3. februar 2022
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)
Skjal 1
Yvirlit yvir tilskotsheimilaði hjálparráð sambært § 1
1. Diabetesútgerð tvs. insulinpumpur, bs-tól o.a.
2. Gastrostomisondur við tihoyri.
3. Hostimaskina við tilhoyri.
4. Innandingartól við tilhoyri tvs. forstøvarar, pariboy.
5. INR-tól við tilhoyri.
6. Infusiónspumpur við tilhoyri.
7. Katetur og kateturrøktartilfar.
8. Orthosur tvs. beinskinnarar, knæskinnarar og armskinnarar, einans áðrenn skurðviðgerð.
9. Ringitól.
10. Respirator við tilhoyri.
11. Sárrøktartilfar.
12. Saturatiónsmátari.
13. Sondupumpur við tilhoyri.
14. Stomirøktartilfar.
15. Stuðulssokkar.
16. Svøvnkøvutól við tilhoyri.
17. Súgv við tilhoyri.
18. Súrevni og súrevnistól við tilhoyri.
19. Tracheostomirøktartilfar.
20. Urinposar og kompressiónspumpur við tilhoyri.