Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mars 2006Nr. 12
Kunngerð um broyting í kunngerð um veterinert eftirlit í sambandi við samhandil, inn- og útflutning av djóraúrdráttum og øðrum úrdráttum, sum ikki eru ætlaðir til matna v.m.
§ 1
Í kunngerð nr. 58 frá 30. apríl 2002 um veterinert eftirlit í sambandi við samhandil, inn- og útflutning av djóraúrdráttum og øðrum úrdráttum, sum ikki eru ætlaðir til matna, verða hesar broytingar gjørdar:
1) Í § 12 verður aftaná stk. 1, sum nýtt stykki sett:
“Stk. 2. Tó kann embætisdjóralæknin á BIP-støðini geva loyvi til, at vørur úr djórum úr triðjalandi verða lossaðar í Tórshavnar havn við hesum treytum:
1) Loyvið skal verða tíðaravmarkað til í mesta lagi 1 ár í senn. Tað skal verða galdandi fyri ein ávísan innflytara, fyri ein ella fleiri ávísar vørubólkar og fyri innflutning frá einum ella fleiri ávísum triðjalondum,
2) vøran skal koma til Føroya í innsiglaðari bingju, kassa ella tílíkum. Seglið skal verða veterinert myndugleikasegl, sum skal svara til seglið á heilsuváttanini, ið skal fylgja við vøruni,
3) embætisdjóralæknin skal gera skjala- og samleikaeftirlit í havnini, har sendingin verður lossað,
4) sendingar, sum lúka skjala- og samleikaeftirlitið, sbr. nr. 3, skulu beinan vegin verða sendar nærmastu BIP-støð til fysiskt eftirlit,
5) flutningstíðin til nærmastu BIP-støð skal ikki verða longri enn 1 tíma,
6) á nærmastu BIP-støð skal embætisdjóralæknin gera fysiskt eftirlit við sendingini, og
7) bert sendingar, sum lúka fysiska eftirlitið, sbr. nr. 6, skulu verða latnar leysar.”
Stk. 2-3 verða hereftir stk. 3-4.
2) § 39, stk. 1, nr. 2 verður orðað soleiðis: “ikki ger eftir boðunum eftir § 12, stk. 4, § 32, stk. 1-2, § 34, stk. 1, § 35, stk. 1-3 ella § 36, stk. 2, ella”
3) § 39, stk. 1, nr. 3 verður orðað soleiðis: “ikki heldur treytir samsvarandi § 12, stk. 2, § 14, stk. 2, § 20, stk. 1 ella 3, § 21, stk. 1, 2 ella 5, § 22, stk. 1 ella stk. 5, 1. pkt. ella stk. 6-7 ella stk. 9-11, § 23, stk. 1-2, § 28, stk. 5 ella § 30, stk. 1 ella 6.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 8. mars 2006
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)