11. februar 2003Nr. 12
Kunngerð um útrokningarskattaprosent sambært kommunustýrislógini
Við heimild í § 43, stk. 2 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) verður ásett:
§ 1. Útrokningarskattaprosentið til ásetan av einari álíkning av nettoskuld hjá kommunum verður fyri árið 2003 sett til 23%.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer kunngerð nr. 161 frá 21. desember 2001 um útrokningarskattaprosent sambært kommunustýrislógini úr gildi.
Løgmálaráðið, 11. februar 2003
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)