28. februar 2019Nr. 12
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum
(Strika kravið um skiljirist í beinleiðis veiðu eftir upsa)
§ 1
Í kunngerð nr. 193 frá 29. desember 2017 um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 26 frá 22. mars 2018 og kunngerð nr. 132 frá 28. september 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 14, stk. 2 verður strikað.
2. § 21, stk. 1, 2. pkt. verður strikað.
3. Skjal 2 verður strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 28. februar 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)