31. mars 2008Nr. 12
Kunngerð um rætting í løgtingslógini um gransking í mannaílegum (ílegulógin)
Av tí at løgtingslóg nr. 62 frá 17. mai 2005 um gransking í mannaílegum (ílegulógin) ikki er kunngjørd samsvarandi samtykt løgtingsins, verður kunngjørd henda rætting í kunngjørdu løgtingslógini:
§ 1
Í § 2 í løgtingslóg nr. 62 frá 17. mai 2005 um gransking í mannaílegum (ílegulógin) undir allýsing av “Heilsuverkið” verður “Sjúkrahús” broytt til “Sjúkrahúsverkið”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 20. mai 2005.
Løgmansskrivstovan, 31. mars 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)