Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. juli 2025Nr. 120
Kunngerð um útbúgvingarsáttmála og løn undir útbúgving fyri næmingar á Heilsuskúla Føroya
Við heimild í § 14 a, stk. 2 og 3, § 14 b, stk. 2 og § 14 c, stk. 1 í løgtingslóg nr. 42 frá 26. apríl 2019 um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving, sum broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 30. apríl 2025, verður ásett:
§ 1. Heilsuhjálparaútbúgvingin, heilsurøktaraútbúgvingin og námsfrøðiliga hjálparaútbúgvingin eru fevndar av skipanini um lønarendurgjald.
Útbúgvingarsáttmálin
§ 2. Undirvísingarstýrið ger oyðublað til útbúgvingarsáttmála, ið landsstýrisfólkið góðkennir. Undirvísingarstýrið kann harumframt gera onnur neyðug oyðubløð, m.a. til leinging og uppsøgn av útbúgvingarsáttmálanum.
Stk. 2. Útbúgvingarsáttmálin verður undirskrivaður av arbeiðsgevara og starvsfólki og sendur Heilsuskúla Føroya.
Stk. 3. Um starvsfólkið er undir 18 ár, skal útbúgvingarsáttmálin og broytingar av sáttmálanum undirskrivast av persóni, sum hevur foreldramyndugleika.
Stk. 4. Sáttmálatíðin samsvarar við útbúgvingartíðina ella tíðarskeiðið, ið starvsfólkið hevur eftir í útbúgvingini.
Stk. 5. Útbúgvingarsáttmálin fær gildið, tá ið Heilsuskúli Føroya hevur góðkent útbúgvingarsáttmálan, treytað av, at fyritreytirnar fyri at gera útbúgvingarsáttmálan eru í lagi.
Stk. 6. Arbeiðsgevarin kann biðja skúlan um kunning um yvirskipað viðurskifti í sambandi við útbúgvingina hjá næminginum.
Leinging av útbúgvingarsáttmála
§ 3. Sáttmálapartarnir kunnu eftir avtalu leingja sáttmálatíðina, um serlig viðurskifti gera seg galdandi. Hetta kann t.d. vera, at:
1) starvsfólkið hevur fingið álvarsama sjúku,
2) starvsfólkið skal taka skúlaskeið ella starvsvenjingarskeið umaftur, heilt ella lutvíst,
3) starvsfólkið fer í barnsburðarfarloyvi, ella
4) aðrar orsøkir gera, at viðkomandi fer í farloyvi.
Uppsøgn av útbúgvingarsáttmála
§ 4. Fyrstu 4 mánaðirnir av útbúgvingartíðini í útbúgvingarsáttmálanum eru at meta sum royndartíð, og kann setanarmyndugleikin uppsiga útbúgvingarsáttmálan við ongari freist.
Stk. 2. Starvsfólkið kann til eina og hvørja tíð uppsiga útbúgvingarsáttmálan við ongari freist.
Stk. 3. Aftaná royndartíðina kunnu báðir partar, um teir eru samdir, við undirskrift uppsiga útbúgvingarsáttmálan.
Stk. 4. Eftir royndartíðina kann arbeiðsgevari einans siga útbúgvingarsáttmálan upp sambært teimum starvsfólkarættarligu treytum, grundgevingum og mannagongdum, sum eru galdandi fyri uppsøgn av starvsfólkinum. Tó eru sparingar vegna vantandi játtan ikki at meta sum haldgóð orsøk at uppsiga lærusáttmálan. Er talan um burturvísing, fellur útbúgvingarsáttmálin burtur.
Stk. 5. Við uppsøgn av útbúgvingarsáttmála eftir stk. 4 fer útbúgvingarsáttmálin úr gildi tann dagin, starvsfólkið ikki longur hevur rætt til útbúgvingarløn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Stk. 6. Tá útbúgvingarsáttmáli verður uppsagdur eftir stk. 4, skal kunning sendast Heilsuskúla Føroya, sum skrásetir dagin, útbúgvingarsáttmálin fer úr gildi.
Stk. 7. Útbúgvingarsáttmálin fellur burtur, um starvsfólkið sjálvboðið gevst í útbúgvingini, ella um starvsfólkið eftir avgerð skúlans noyðist at gevast á útbúgvingini, m.a. orsakað av brotum á lestrarreglur og skilhaldsreglur skúlans.
Umsiting av útbúgvingarsáttmálanum
§ 5. Heilsuskúli Føroya umsitur útbúgvingarsáttmálarnar.
Stk. 2. Heilsuskúli Føroyar góðkennir útbúgvingarsáttmálarnar og eftirkannar, um fyritreytirnar fyri útbúgvingarsáttmálanum eru í lagi, og kann gera mannagongdir hesum viðvíkjandi.
Stk. 3. Heilsuskúli Føroya tilskilar í hvørjum einstøkum útbúgvingarsáttmála byrjanardagin og endadagin á útbúgvingartíðini. Eisini skal Heilsuskúli Føroya tilskila, um útbúgvingartíðin er stytt og av hvørjari orsøk. Harumframt tilskilar heilsuskúlin byrjanardagin og endadagin á teimum starvsveningarskeiðum, sum eru hjá egnum arbeiðsgevara.
Stk. 4. Heilsuskúli Føroya sendir avrit av útbúgvingarsáttmálanu til starvsfólkið undir útbúgving og arbeiðsgevaran.
Stk. 5. Heilsuskúli Føroya kann gera rættingar í útbúgvingarsáttmálanum, um saklig viðurskifti tala fyri tí, m.a. um starvsfólkið, eftir at sáttmálin er góðkendur, fær onkran part av útbúgvingini góðskrivaðan.
Stk. 6. Arbeiðsgevarar og næmingar útfylla og senda Heilsuskúla Føroya oyðublað um leinging ella uppsøgn av útbúgvingarsáttmála. Heilsuskúli Føroya eftirkannar, um fyritreytirnar fyri leinging ella uppsøgn eru í lagi.
Stk. 7. Verður leinging av útbúgvingarsáttmála góðkend, tilskilar Heilsuskúli Føroya nýggja endadagin á útbúgvingartíðini. Møgulig broyting í byrjanardegi ella endadegi fyri starvsvenjingarskeiðum verða tilskilað. Góðkennir Heilsuskúli Føroya uppsøgn av útbúgvingarsáttmála, so tilskilar Heilsuskúli Føroya endadagin fyri útbúgvingarsáttmálan.
Stk. 8. Heilsuskúli Føroya kann gera mannagongdir viðvíkjandi leinging og uppsøgn av útbúgvingarsáttmála, og kann seta krøv um viðkomandi váttanir og skjøl.
Stk. 9. Heilsuskúli Føroya boðar Studna frá beinanvegin, tá ið næmingur er upptikin á útbúgving á Heilsuskúla Føroya við útbúgvingarsáttmála.
Stk. 10. Heilsuskúli Føroya boðar Studna frá beinanvegin, um útbúgvingarsáttmáli verður uppsagdur ella longdur, ella um tað eru viðurskifti annars, ið ávirka lønarendurgjaldið.
Lønarendurgjaldið
§ 6. Studni umsitur lønarendurgjaldið.
Stk 2. Arbeiðsgevari skal søkja Studna um lønarendurgjald hálvárliga eftir nærri reglum og freistum, sum Studni ásetir. Um ikki verður søkt um lønarendurgjald innan ásettu freistirnar, fellur rætturin til lønarendurgjald burtur.
Stk. 3. Tíðarskeiðið fyri lønarendurgjaldið er avmarkað til kravd skúlaskeið og starvsvenjingartíð uttan fyri starvsstaðið sambært viðkomandi námsskipan.
Stk. 4. Tíðarskeiðið, har lønarendurgjaldið verður útgoldið, kann vera longt við í mesta lagi 6 mánaðum, um útbúgvingartíðin og útbúgvingarsáttmálin verða longd.
Stk. 5. Studni ger nærri reglur og mannagongdir fyri, hvussu søkt verður um lønarendurgjald, freistir at søkja um lønarendurgjald, avmarkingar fyri tíðarskeiðið fyri lønarendurgjald og treytir til neyðuga skjalfesting, umsiting o.a.
Gildiskoma
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 2. juli 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Joensen (sign.)