Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. juli 2019Nr. 120
Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 14 frá 2. mars 2020
(Týskt sum upptøkukrav)
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 22. januar 2013 um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 7. apríl 2014, kunngerð nr. 19 frá 23. mars 2015, kunngerð nr. 60. frá 11. mai 2016 og kunngerð nr. 14 frá 5. mars 2019, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 4, stk. 1, nr. 4, litra a og b verða orðað soleiðis:
“a) Á búskaparbreytini: Umsøkjarin skal hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í týskum.
b) Á hugbreytini: Umsøkjarin skal hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í týskum.”
2. Í § 7, stk. 1, nr. 2 verður aftan á “enskum” sett: “, týskum”
§ 2
1) Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri umsøkjarar, sum søkja um upptøku at byrja útbúgvingina í august 2023 og seinni.
Mentamálaráðið, 19. juli 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)