Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. desember 2008Nr. 120
Kunngerð um áseting av afturberingsprosenti til reiðaravirkir, sum hava skip, ið eru skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS, sum broytt við kunngerð nr. 131 frá 10. desember 2013
Við heimild í § 63 a, stk. 7 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommuskatt við seinni broytingum verður ásett:
§ 1. 1) Reiðaravirkir, sum lúka treytirnar í § 63 a í skattalógini, og sum rinda persónum, skattskyldugum í Føroyum, løn, eftirløn, samsýning o.tíl. fyri tænastu umborð á skipum, ið eru skrásett í FAS, fáa ein part av útgoldnu lønunum, eftirlønunum, samsýningunum o.tíl. afturbornan.
Stk. 2. Reglurnar um afturbering eru eisini galdandi fyri tænastur umborð á skipi, sum eftir § 63 a í skattalógini verða javnmett við skip skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur ásett afturberingprosentið at vera 35% árliga.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2009.
Fíggjarmálaráðið, 19.desember 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 131 frá 10. desember 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014.”