21. november 1986Nr. 120
Kunngerð um serliga fuglaveiðu
Vísandi til § 16, 2. stk. og § 21 í løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu v.m. við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Heimild landsstýrisins eftir § 21 í løgtingslógini um í vitskapligum ella almennnyttugum endamáli at geva ávís tíðarfreistað undantaksloyvi frá reglunum í §§ 17 og 18 sbr. § 19 verður løgd til Føroya Náttúrugripasavn.
2. stk. Heimild landsstýrisins eftir § 16, 2. stk. at veita undantaksloyvi til at draga lunda verður eisini løgd til Føroya Náttúrugripasavn.
§ 2. Gongur avgerðin hjá náttúrugripasavninum umsøkjaranum ímóti, kann hann skjóta málið inn fyri landsstýrið innan 4 vikur eftir, at avgerðin er komin umsøkjaranum í hendi.
2. stk. Málið verður at stíla til landsstýrið, men sent náttúrugripasavninum, sum sendir landsstýrinum málið við ummæli og tilfarinum, sum nýtt er í málinum.
§ 3. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir kunngerð.