21. desember 2006Nr. 120
Kunngerð um broyting í kunngerð um ferðastuðul til lesandi uttanlands
§ 1
Í kunngerð nr. 4 frá 22. januar 2003 um ferðastuðul til lesandi uttanlands verður § 5 strikað, og nýggj § 5 sett inn:
”§ 5. Upphæddin fyri ferðastuðul til lesandi búsitandi í Danmark verður ásett av Stuðulsstovninum við støði í prísleguni fyri lesandi á flogleiðini millum Keypmannahavn og Vágar aftur og fram.
Stk. 2. Upphæddin fyri ferðastuðul til børn hjá lesandi í Danmark verður ásett av Stuðulsstovninum við støði í prísleguni fyri børn á flogleiðini millum Keypmannahavn og Vágar aftur og fram.
Stk. 3. Upphæddirnar fyri ferðastuðul til lesandi, og børnini hjá lesandi búsitandi uttanfyri Danmark, verða ásettar av Stuðulsstovninum, tó í mesta lagi kr. 7.000.
Stk. 4. Ásetingarnar av ferðaseðlastuðlinum verða gjørdar í seinasta ársfjórðingi á hvørjum ári og koma í gildi 1. januar árið eftir.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 21. desember 2006
Jógvan á Lakjuni (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)