Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. december 2000Nr. 120
Kunngerð um frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur og sjúkra- og vanlukkutryggingar vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum skipi fyri 2001
Við heimild í § 33, nr. 12 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1. Frádrátturin fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferðing, flutning og sjúkra- og vanlukkutrygging, ið skattgjaldari hevur vegna inntøkugevandi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi, verður veittur sum ein samdøgurfrádráttur.
Stk. 2. Treytin fyri samdøgurfrádrátti er, at talan er um persón við fullari skattskyldu til Føroya, og at hesin hevur inntøkugevandi arbeiði á landi uttanlands ella umborð á útlendskum skipi antin í 2 mánaðir uttan slit innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið ella í 100 samdøgur innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið.
Stk. 3. Skattgjaldarin kann ikki fáa frádrátt eftir reglunum í hesi kunngerð og samstundis fáa endurgjald eftir § 29, nr. 7 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt ella á annan hátt fáa endurgjald fyri meirútreiðslurnar ella stuðul til dupult húsarhald.
Stk. 4. Skattgjaldarin hevur skyldu til at rokna ta í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi vunnu lønina við í føroysku skattskyldugu inntøkuna, tá ið henda verður gjørd upp og skal við sjálvuppgávuni leggja við skjalprógv fyri dagatalið uttanlands ella umborð í útlendskum skipi, umframt árslønarseðil og viku- ella mánaðaravrokningar.
§ 2. Frádráttur verður roknaður frá tí farið verður úr Føroyum í samband við arbeiði uttanlands. Frádráttur kann bert verða veittur fyri teir dagar, ið veruliga hava beinleiðis samband við ferðina og dvølið uttanlands vegna arbeiði í útlandinum ella umborð á útlendskum skipi. Annar - fyri arbeiði annars óviðkomandi - dvølur uttanlands, verður ikki taldur við í frádráttartíðarskeiðnum.
§ 3. Fyri arbeiði umborð á útlendskum skipi er samdøgurfrádrátturin kr. 300 og fyri arbeiði í útlondum eru samdøgurfrádráttirnir fyri 2001:
Danmark, Noreg, Svøríki,
Ísland og Finland DKR 300,00
Onnur lond DKR 400,00
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2001. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 98 frá 13. desember 1999 um frádrátt fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu, ferða- og flutningsútreiðslur og sjúkra- og vanlukkutryggingar vegna inntøkugevandi arbeiði í útlondum ella umborð á útlendskum skipi fyri 2000.
Fíggjarmálastýrið, 22. december 2000
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Alberg Lamhauge (sign.)