Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. august 2022Nr. 120
Kunngerð um Grannskoðaranevndina
Við heimild í § 43 a í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 4. mai 2021, verður ásett:
Kapittul 1
Málsræði hjá Grannskoðaranevndini
§ 1. Grannskoðaranevndin viðgerð:
1) Kærur um, at ein løggildur ella ein skrásettur grannskoðari, tá hann ger uppgávur sambært § 1, stk. 2 og 3 í løgtingslógini, hevur sett til síðis tær skyldur, ið hoyra starvinum til.
2) Kærur um ein grannskoðara, sum er skrásettur sambært § 11, stk. 1 í løgtingslógini, og eina váttan, sum hann hevur givið sambært § 1, stk. 2 og 3 í løgtingslógini.
3) Kærur um fyritøkur av almennum áhuga sambært § 1 a, stk. 1, nr. 3 í løgtingslógini ella um limir í evstu leiðsluni ella grannskoðanarbólkinum í slíkum fyritøkum, tá mett verður, at hesi hava sett til síðis sínar skyldir sambært:
a) Grannskoðaralógini.
b) Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 af 16. april 2014 om specifikke krav til revision af virksomheder af interesse for offentligheden.
c) Reglum, sum seta í gildi art. 38 í Europa-Parlamentets og Rådets direktiv 2006/43EF om lovpligtig revision af årsregnskaber og konsoliderede regnskaber, sum broytt við direktivi 2014/56/EU.
Stk. 2. Kæra um samsýning til grannskoðara og felagslig mál kunnu ikki leggjast fyri Grannskoðaranevndina.
Kapittul 2
Skipan av Grannskoðaranevndini
§ 2. Í Grannskoðaranevndini er ein formaður, sum er løgfrøðingur, og 4 limir, harav ein er løggildur grannskoðari, ein er skrásettur grannskoðari, og tveir umboða roknskaparbrúkararnar. Fyri hvønn lim verður valdur ein varalimur. Ein ella fleiri løgfrøðingar kunnu verða tilnevndir sum næstformenn. Umboðini fyri roknskaparbrúkararnar mugu ikki innanfyri seinastu 3 árini hava verið góðkendir grannskoðarar. Í minsta lagi eitt av umboðunum fyri roknskaparbrúkararnar skal hava leiðsluroyndir frá einari fyritøku av almennum áhuga.
Stk. 2. Tá Grannskoðaranevndin viðger mál, sum viðvíkja løggildum grannskoðara, skal, umframt formannin ella næstformannin, í minsta lagi luttaka ein løggildur grannskoðari og eitt umboð fyri roknskaparbrúkararnar. Tá nevndin viðger mál viðvíkjandi skrásettum grannskoðara, skal umframt formannin ella næstformannin í minsta lagi luttaka ein skrásettur grannskoðari og eitt umboð fyri roknskaparbrúkararnar. Luttaka fleiri limir, skal talið av grannskoðarum svara til talið av umboðum fyri roknskaparbrúkararnar.
Stk. 3. Skráseting Føroya tilnevnir formannin, nevndarlimirnar og varalimirnar fyri fýra ár í senn. Formaðurin og limirnir kunnu veljast aftur í eitt nýtt fýra ára tíðarskeið.
§ 3. Formaðurin leggur arbeiðið hjá Grannskoðaranevndini til rættis. Formaðurin tryggjar, at málini verða viðgjørd við hóskandi skjótleika.
Stk. 2. Formaðurin avger út frá einari meting í hvørjum einstøkum máli, hvussu nógvir og hvørjir nevndarlimir skulu luttaka í viðgerðini av málinum. Í sambandi við viðgerðina av einum máli skulu altíð vera líka nógvir grannskoðarar sum umboð fyri roknskaparbrúkararnar. Teir í § 2, stk. 1, 4. pkt. nevndu limir luttaka altíð, tá mál sambært § 1, stk. 1, nr. 3 eru til viðgerðar.
Stk. 3. Tá nevndin viðger mál viðvíkjandi løggildum grannskoðara, skal í minsta lagi ein løggildur grannskoðari og eitt umboð fyri roknskaparbrúkararnar luttaka í viðgerðini. Á sama hátt skal í minsta lagi ein skrásettur grannskoðari luttaka, tá nevndin viðgerð mál viðvíkjandi skrásettum grannskoðara. Hetta er ikki galdandi í teimum málum, har formaðurin sambært § 9 tekur avgerð einsamallur.
Stk. 4. Í málum, har málskrav kærarans er treytað frádøming, sbr. § 42, stk. 2 í løgtingslógini, forboð, sbr. 42, stk. 3 í løgtingslógini ella frádøming av góðkenningini, sbr. § 42, stk. 4 ella 42, stk. 6, 4. pkt. í løgtingslógini, skulu, umframt formannin, í minsta lagi tvey umboð fyri roknskaparbrúkararnar og eitt samsvarandi tal av løggildum ávikavist skrásettum grannskoðarum luttaka í viðgerðini, og verða tá varalimir bidnir um at luttaka í viðgerðini.
Stk. 5. Tá nevndin viðgerð mál sambært § 1, stk. 1, nr. 3, tó ikki mál, har formaðurin sambært § 9 tekur avgerð einsamallur, skal í minsta lagi ein løggildur grannskoðari og eitt umboð fyri roknskaparbrúkararnar luttaka. Um tað letur seg gera skal løggildi grannskoðarin hava royndir við grannskoðan av fyritøkum av almennum áhuga, og umboðið fyri roknskaparbrúkararnar skal hava leiðsluroyndir frá einari fyritøku av almennum áhuga. Í málum, har málskrav kærarans er forboð sambært § 42 b, stk. 2, í løgtingslógini, skulu, umframt formannin, í minsta lagi luttaka tveir løggildir grannskoðarar og eitt samsvarandi tal av umboðum fyri roknskaparbrúkararnar, ið hava leiðsluroyndir frá einari fyritøku av almennum áhuga, og verða tá varalimir bidnir um at luttaka í viðgerðini.
Stk. 6. Skráseting Føroya er skrivstova hjá nevndini.
§ 4. Formaðurin ásetir tíð, stað og fundarskrá fyri fundin, og syrgir fyri at kallað verður inn til fundar. Er ein fundur almennur, sambært § 14, stk. 3, skal hetta verða kunngjørt á heimasíðuni skraseting.fo í minsta lagi 3 dagar frammanundan við tilskilan um tíð og stað fyri fundin.
Stk. 2. Formaðurin leiðir fundirnar í nevndini.
Stk. 3. Formaðurin tekur avgerð um, hvussu málini verða býtt millum formannin og næstformannin. Næstformaðurin røkir í teimum málum, sum formaðurin hevur givið honum, tær heimildir, ið við hesi kunngerð eru givnar formanninum.
§ 5. Ein limur í Grannskoðaranevndini kann ikki luttaka í viðgerðini av einum máli, tá viðkomandi sambært reglunum í retsplejelov for Færøerne hevði verið ógegnigur sum dómari.
Stk. 2. Ein limur skal skjótast gjørligt boða formanninum frá, um umstøður eru, sum kunnu vekja iva um, hvørt viðkomandi er ógegnigur í sambandi við viðgerðina av einum máli. Formaðurin tekur avgerð um, hvørt viðkomandi kann luttaka í viðgerðini av málinum.
§ 6. Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina og løgtingslóg um fyrisitingarlóg eru galdandi fyri virksemi nevndarinnar.
Stk. 2. Skrivstova nevndarinnar vegleiðir um reglurnar um viðgerð av klagum til Grannskoðaranevndina.
Kapittul 3
Um at leggja mál fyri Grannskoðaranevndina
§ 7. Kæra skal vera skrivlig, og skal sendast til Grannskoðaranevndina, c/o Skráseting Føroya, Postboks 264, 110 Tórshavn ella við telduposti til skraseting@skraseting.fo. Tá kæran verður latin inn við telduposti er hon at meta sum móttikin, tá kærarin hevur sent hana til teldupostadressuna hjá skrivstovuni.
Stk. 2. Ein kæra skal vera latin inn í seinasta lagi 5 ár eftir, at tann skeiva gerðin ella undanlátið, sum kæran viðvíkur, er hildið uppat.
Stk. 3. Við kæruni skal fylgja eitt gjald áljóðandi 500 kr. Verður ikki goldið beinanvegin, kann Skráseting Føroya áseta eina gjaldsfreist. Skráseting Føroya kann taka avgerð um, at kæran ikki verður viðgjørd, um gjaldið ikki er goldið innan ásettu freistina.
Stk. 4. Skráseting Føroya, Fíggjareftirlitið, Tryggingareftirlitið, Fíggjarmálaráðið, kommunala eftirlitið, ákæruvaldið, Felagið fyri Góðkendar Grannskoðarar og Grannskoðaraeftirlitið skulu ikki rinda gjald sambært stk. 3 fyri at fáa kæru viðgjørda.
§ 8. Kæran skal innihalda eina frágreiðing um tær umstøður, ið kærarin ynskir Grannskoðaranevndina at viðgera.
Stk. 2. Grannskoðaranevndin kann bert taka avgerð um frádøming, forboð ella treytaða frádøming, sbr. § 42, stk. 2-4, § 42, stk. 6, 4. pkt. ella § 42 b, stk. 2 í løgtingslógini, um kærarin hevur tað sum málskrav.
§ 9. Formaðurin kann nokta fyri, at Grannskoðaranevndin viðgerð:
1) Kæru, sum ikki eru fevnd av § 1, stk. 1.
2) Kæru, sum frammanundan eyðsýnt kann metast ógrundað, uttan so at kæran er fevnd av § 41, stk. 6, 2. ella 3. pkt., ella § 42 a, stk. 3, 4. pkt. í løgtingslógini.
3) Kæru frá persóni, ið ikki hevur ein rættarliga áhuga í teimum viðurskiftum, sum kæran snýr seg um, uttan so at kæran er fevnd av § 43, stk. 6, 2. ella 3. pkt., ella § 42 a, stk. 3, 4. pkt. í løgtingslógini.
4) Kæru, sum er latin inn ov seint.
Kapittul 4
Hvussu mál verða fyrireikað
§ 10. Grannskoðaranevndin skal senda avrit av kæruni við møguligum fylgiskjølum til kærda við eini áheitan um at koma við skrivligum viðmerkingum, innan eina nærri ásetta freist. Samstundis skal kærdi hava fráboðan um, at kæran kann verða viðgjørd á fyriliggjandi grundarlagi, um kærdi ikki kemur við fleiri upplýsingum innan ásettu freistina.
Stk. 2. Svar frá kærda uppá kæruna verða løgd fyri kæraran. Metir formaðurin tað neyðugt skulu partarnir fáa møguleika til at koma við fleiri skrivum innan ásettu freistina.
Stk. 3. Formaðurin syrgir fyri, at neyðugar upplýsingar fyri at viðgera kæruna eru fingnar til vega, og tær neyðugu kanningarnar eru gjørdar. Til eina og hvørja tíð undir viðgerðini av málinum kunnu fleiri upplýsingar verða innheintaðar.
Stk. 4. Formaðurin syrgir fyri, at partarnir fáa innlit í upplýsingar frá mótpartinum, sum verða mettar at hava týdning fyri avgerðina í málinum, uttan so, at avgerandi fyrilit fyri almennum ella privatum áhugamálum tala ímóti hesum, herundir vinnuviðurskifti og fíggjarviðurskifti hjá viðskiftafólki hjá grannskoðaranum ella grannskoðanarvirkinum.
Kapittul 5
Fundardagur, luttøka og umboðan
§ 11. Ein partur kann biðja um at sleppa at vera til staðar undir viðgerðini av málinum í Grannskoðaranevndini. Ein skrivlig umbøn um hetta skal vera skrivstovuni í hendi, áðrenn málið er liðugt fyrireikað. Formaðurin kann geva undantak frá freistini í 2. pkt.
Stk. 2. Møtir ein partur ikki upp, sum hevur biðið um at sleppa at vera til staðar, kann formaðurin taka avgerð um, at málið verður viðgjørt á fyriliggjandi grundarlagi.
§ 12. Ein partur kann lata ein triðjapart umboða seg í Grannskoðaranevndini, og skal hesin tá vera myndigur.
Stk. 2. Við støði í ynskinum hjá partinum um at lata seg umboða av einum triðjaparti, ásetir formaðurin tíð og stað fyri viðgerð nevndarinnar av málinum. Formaðurin kann fyri at skunda undir viðgerðina av málinum, og hóast parturin hevur eitt ynski um at lata seg umboða av einum ávísum triðjamanni, áseta tíð og stað fyri viðgerð nevndarinnar av málinum.
Kapittul 6
Avgerðin í málinum
§ 13. Grannskoðaranevndin viðgerð mál á skrivligum ella elektroniskum grundarlagi. Fundir nevndarinnar kunnu verða hildnir gjøgnum internetið.
Stk. 2. Ein kæra kann verða viðgjørd á skrivligum grundarlagi, uttan so, at partarnir í málinum hava sett fram ynski um, at teir vilja møta í nevndini ella ein av limunum í nevndini ynskir, at málið verður viðgjørt á einum nevndarfundi.
§ 14. Formaðurin kann sjálvur ella eftir áheitan frá einum parti taka avgerð um at innkalla partarnir á fund í Grannskoðaranevndini og at geva frágreiðing.
Stk. 2. Formaðurin kann loyva, at onnur enn partarnir í málinum verða innkallaðir at geva frágreiðing fyri nevndini.
Stk. 3. Fundir í nevndini eru ikki almennir. Formaðurin kann eftir ynski frá pørtunum loyva, at almenningurin fær høvi til at koma á fund í nevndini. Hetta er tó ikki galdandi í teimum førum, har tað fyri onkran kann hava óneyðugar vansar við sær, m.a. tí handilsloyndarmál ella rakstrarloyndarmál harvið verða avdúkað.
§ 15. Áðrenn Grannskoðaranevndin tekur avgerð í einum kærumáli, sum onnur enn Skráseting Føroya ella Grannskoðaraeftirlitið hava lagt fyri nevndina, kann nevndin biðja Skráseting Føroya ella Grannskoðaraeftirlitið um eitt úttalilsi, hvørt hesi væntandi vildu lagt eitt samsvarandi mál fyri nevndina.
§ 16. Fær kærarin heilt ella lutvíst viðhald, tekur Grannskoðaranevndin allar viðkomandi umstøður við í sambandi við avgerðina um revsing, heruppií:
1) Hvussu grovt brotið er, og hvussu leingi tað hevur staðið uppá.
2) Hvussu stór ábyrgdin er hjá persóninum, sum er funnin sekur.
3) Fíggjarliga styrkin hjá tí kærda, t.d. við støði í umsetninginum hjá virkinum, sum hevur ábyrgdina, ella ársinntøkuni hjá persóninum, sum hevur ábyrgdina, tá talan er um ein likamligan persón.
4) Vinning ella tap hjá kærda, um hetta kann gerast upp.
5) At kærdi hevur viðvirka til at upplýsa málið.
6) Brot, sum kærdi áður hevur framt.
7) Leiklutin hjá grannskoðaranum sum álitisumboð hjá almenninginum, serstakliga hvønn týdning brotið hevur havt í sambandi við avgerð hjá triðjamanni um t.d. at geva kreditt ella at fara undir eitt handilssamstarv.
§ 17. Avgerðir hjá nevndini verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.
Stk. 2. Avgerðir skulu grundgevast. Er talan um eina meirilutaavgerð skal tað standa í avgerðini, og skulu sjónarmið minnilutans vera lýst í avgerðini.
Stk. 3. Fær kærari heilt ella lutvíst viðhald í kæruni, verður inngoldna gjaldið afturgoldið. Tað sama er galdandi, tá kærur ikki verða tiknar upp til viðgerðar.
Stk. 4. Formaðurin syrgir fyri, at partarnir fáa fráboðan um avgerðina, og at partarnir fáa kunnleika til møguleikan og freistina fyri at leggja avgerðina fyri dómstólarnar sambært § 49 og 49 a í løgtingslógini.
Stk. 5. Avgerðir hjá Grannskoðaranevndini kunnu ikki leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.
Kapittul 7
Almannakunngerð, anonymisera og frágreiðing
§ 18. Avgerðir hjá Grannskoðaranevndini verða almannakunngjørdar.
Stk. 2. Avgerðir um likamligar persónar verða anonymiseraðar innan almannakunngering, tó undantikið í avgerðum um forboð sambært § 42, stk. 3 ella § 42 b, stk. 2, ella frádøming av góðkenning sambært § 42, stk. 4. Avgerðir sambært § 42, stk. 3 og 4, og § 42 b, stk. 2 í løgtingslógini verða anonymiseraðar, tá tíðin, revsitiltøkini skulu hava virknað, er farin, tó í seinasta lagi 5 ár eftir, at avgerðin varð almannakunngjørd.
Stk. 3. Avgerð viðvíkjandi einum løgfrøðiligum persóni verður almannakunngjørd við upplýsingum um samleikan hjá tí løgfrøðiliga persóninum, uttan í teimum førum har almannakunngerð er ein álvarsom hóttan móti støðufesti á teimum fíggjarligu marknaðunum ella móti einari revsirættarligari kanning, sum er í gongd, ella almannakunngerð kann føra við sær ósamsvarandi stóran skaða. Samleikin verður anonymiseraður, tá 2 ár eru gingin frá tí, at avgerðin varð almannakunngjørd. Snýr avgerðin seg um frátøku av góðkenningini hjá grannskoðanarvirkinum eftir § 42, stk. 6, 4. pkt. í løgtingslógini, verður avgerðin tó anonymiserað, tá tíðarskeiðið, har revsingin hevur virknað, er runnið, tó í fyrsta lagi 2 ár roknað frá tí, at avgerðin varð almannakunngjørd og í seinasta lagi 5 ár eftir, at avgerðin varð almannakunngjørd.
Stk. 4. Avgerðir verða í øllum førum almannakunngjørdar uttan upplýsingar um samleikan hjá triðjamanni.
Stk. 5. Í eini avgerð, har nevndin hevur fríkent kærda ella givið viðkomandi eina ávaring, kann nevndin eftir áheitan frá tí kærda, lata vera við at fjala samleikan hjá viðkomandi.
Stk. 6. Formaðurin kann taka avgerð um at almannakunngera avgerðir um formlig viðurskifti viðvíkjandi málinum, sum eru tiknar í sambandi við fyrireikingina av málinum, heruppií um nevndin kann vísa einari kæru frá sær eftir § 9. Samleikin hjá kærda og triðjamanni verður í slíkum førum ikki almannakunngjørdur.
Stk. 7. Almannakunngerð fer fram á heimasíðuni hjá Skráseting Føroya. Verður ein avgerð almannakunngjørd innan freistirnar í § 49 og § 49 a í løgtingslógini eru farnar, ella avgerðin er løgd fyri rættin, skulu upplýsingar um støðu og úrslit av rættarviðgerðini almannakunngerast.
§ 19. Grannskoðaranevndin gevur árliga eina frágreiðing út um sítt virksemi.
§ 20. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 87 frá 2. juli 2012 um Grannskoðaranevndina.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 23. august 2022
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)