Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. september 2009Nr. 120
Kunngerð um broyting í kunngerð um skráseting av motorakførum o.ø
§ 1
Í kunngerð nr. 34 frá 14. apríl 1983 um skráseting av motorakførum o.ø., sum seinast broytt við kunngerð nr. 81 frá 2. september 2008, verður í § 1 sum stk. 2 og stk. 3 sett:
“Stk. 2. Motoramboð, ið er gjørt og verður nýtt til flutning av farmi, ið ikki er neyðugur fyri, at motoramboðið skal virka, skal skrásetast og hava nummarspjaldur, áðrenn tað verður tikið í nýtslu á øki, sum ferðslulógin fevnir um. Slíkt motoramboð kann tó uttan skráseting verða nýtt á privatum øki, heruppií privatum vegi, ið ikki er at meta sum privatur felagsvegur, og kann eisini í lítlan mun verða nýtt á privatum felagsvegi og almennum vegi, t.d. fara tvørtur um veg.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 2, 1. pkt. er ikki galdandi fyri:
1) Eitt motoramboð, ið er ætlað at vera ført av persóni til gongu.
2) Ein gaffiltrukk. Ein gaffiltrukkur er eitt lastberandi og lastlyftandi akfar, hvørs eginvekt virkar sum mótvekt hjá lastini.”
§ 2
Kunngerðin kemur í gildi 1. oktober 2009.
Innlendismálaráðið, 28. september 2009
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Rúni Joensen (sign.)