1. juli 2025Nr. 121
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Broyttur inngangur og undantak frá avmarkingini fyri landing uttanlands)
§ 1
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 51 frá 9. apríl 2025, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 41, stk. 2 og § 41 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2021 og løgtingslóg nr. 91 frá 7. mai 2025, verður ásett:”
2. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Makrelur og norðhavssild, sum føroysk fiskifør fiska í norskum sjógvi í 2025, eru undantikin avmarkingini um landing og avreiðing uttanlands.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 1. juli 2025
Jóhan Christiansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)