Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 20-11-2015
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2015 A - Kunngerð 121 frá 11. november 2015
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

11. november 2015Nr. 121

Kunngerð um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara

Við heimild í § 4, § 6, stk. 1, nr. 1-5, § 8, stk. 4 og § 11 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:

Øki

§ 1. Kunngerðin fevnir um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara, sbr. § 5.

Krøv til endaskeiðið

§ 2. Endaskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara skal lúka krøvini í altjóða sáttmálanum um útbúgving av sjófólki, um sjóvinnu og um vaktarhald við seinni broytingum, STCW-sáttmálin, reglu VI/I um grundleggjandi upplæring um trygd og tey ástøðiligu evnini sambært reglu II/4 og III/4 um vaktarhald.

Stk. 2. Umframt at lúka krøvini sambært stk. 1, hevur útbúgvingin til endamáls at geva næminginum førleikar, sum lúka krøvini í STCW-sáttmálanum, kapittul II/5 og III/5.

Førleikamál

§ 3. Endaskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara skal geva næminginum neyðugu amboðini at menna seg í tí bindandi felagsskapi, sum neyðturviliga er í einari skipsmanning.

§ 4. Førleikamálini fevna um ta vitan, tey evni og teir førleikar, sum næmingurin skal røkka á endaskeiðnum.

Stk. 2. Vitanarførleikarnir eru, at skipsatstøðarin eftir staðið endaskeið hevur:

1)   kunnleika til uppbygging av skipi, innrætting, maskinarí og aðra útgerð,

2)   kunnleika til tey siglingarfrøðiligu og maskinteknisku økini umborð á skipi,

3)   fatan av týdninginum av góðari røkt umborð,

4)   kunnleika til ymsar vágar, tá arbeitt verður umborð á ymiskum skipasløgum, fyri at sleppa undan vanlukkum og arbeiðsskaðum,

5)   kunnleika til gongdir í sambandi við flutning og handfaring av last og

6)   kunnleika til grundleggjandi hugtøk og íblástur til ábøtur av verandi og menning av nýggjum mannagongdum og arbeiðsgongdum.

Stk. 3. Evnisførleikarnir eru, at skipsatstøðarin eftir staðið endaskeið kann:

1)   virkin luttaka í menning og varðveiting av einum tryggum og sunnum arbeiðsumhvørvi,

2)   útinnan av ítøkiligum viðlíkahaldsarbeiði og umvælingararbeiði umborð á skipi,

3)   nýta og viðlíkahalda bjargingarútgerð,

4)   fremja verkligt arbeiði umborð við togverki, veirum og útgerð til surring,

5)   fremja arbeiði í samsvari við ásettar normar fyri dygd,

6)   fremja verkliga eldsløkking,

7)   verða við til at bøta um fremjan og dygdina í arbeiðinum og

8)   nýta og samskifta á einum virknum enskum máli innan viðkomandi økir fyri starvið.

Stk. 4. Málið fyri at nema sær førleikar er, at eftir staðið endaskeið kann skipsatstøðarin:

1)   virkin luttaka í samstarvinum við ráðlegging av arbeiðsuppgávum,

2)   sjálvstøðugt útinna verkligar uppgávur í sambandi við vanligt skipsarbeiði, undir hesum viðlíkahaldsarbeiði, og

3)   leiða og fremja smærri flutningsuppgávur við m.a. handfaring av krana.

Stk. 5. Næmingurin skal eftir lokna útbúgving lúka krøvini í STCW-sáttmálanum í samsvari við dygdarkrøv Mentamálaráðsins viðvíkjandi:

1)   Passa ein bjargingarbát, bjargingarflaka og mann-yvir-borð bát, sambært reglu VI/2, § 1, í STCW-sáttmálanum.

2)   Dugnaskaparskeið í motorpassing.

3)   Verndartilbúgving og serstakar verndaruppgávur á skipi, sambært reglu VI/6, § 4, í STCW-sáttmálanum.

Upptøka á endaskeiðið

§ 5. Skúlin hevur ábyrgdina av upptøku á endaskeið í útbúgvingini til skipsatstøðara og tryggjar, at umsøkjarar lúka upptøkukrøvini sambært stk. 2 og 3.

Stk. 2. Á endaskeiðið í skipsatstøðaraútbúgvingini kunnu persónar takast upp, sum eftir at hava staðið grundskeið í skipsatstøðaraútbúgivngini, hava verið í starvi sum ófulltikin skipsatstøðari umborð á havfarandi handilsskipi størri enn 20 BT í minsta lagi í 6 mánaðar.

Stk. 3. Upptøka til endaskeiðið er harumframt treytað av, at umsøkjari hevur galdandi heilsuváttan fyri sjófólk.

Skipan av útbúgvingini

§ 6. Skúlin ásetur í námsskipan, reglur og vegleiðingar um, hvussu útbúgvingin skal leggjast til rættis, og hvussu útbúgvingin skal fremjast í verki. Námsskipanin skal lýsa, hvussu skúlin í síni tilrættislegging av útbúgvingini lýkur krøvini í skjali 1, umframt krøvini í STCW-sáttmálanum.

Stk. 2. Í námsskipanini skulu eisini ásetast nærri reglur um:

1)   mál fyri útbúgvingina,

2)   bygnað og uppbygging av útbúgvingini, modulir og ECTS-stig,

3)   undirvísingarhættir og samstarvshættir,

4)   samstarv við vinnu og aðrar útbúgvingarstovnar,

5)   lestrarætlanir og

6)   avriksflutning.

Stk. 3. Námsskipanir og munandi broytingar í skipanini fáa gildi frá skeiðsbyrjan.

Stk. 4. Námsskipanir og munandi broytingar í skipanini sambært stk. 3 skulu áseta skiftisreglur.

Stk. 5. Galdandi námsskipan skal verða atkomulig á heimasíðu skúlans og skal harumframt verða skjalprógvað í dygdarskipan skúlans.

Próvtøka og prógv

§ 7. Próvtøkur og eftirmetingar skulu viðgerast sambært kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.

§ 8. Skúlin skrivar út endaligt prógv, tá ið næmingur hevur staðið endaskeiðið í útbúgving til skipsatstøðara.

Undirvísingarførleiki

§ 9. Lærari, sum skal undirvísa í útbúgving til skipsatstøðara, skal í minsta lagi hava útbúgving sum skipsførari við í minsta lagi tvey ára royndum sum einastýrimaður, yvirstýrimaður ella skipari við handilsskipum ella hava útbúgving sum maskinmeistari.

Stk. 2. Fyri at verða settur í fast starv skal lærari hava lokið viðkomandi námsfrøðiliga útbúgving, sum svarar til 30 stig í European Credit Transfer System, ECTS-stig.

Aðrar ásetingar

§ 10. Endaskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara er ásett at verða ein lestrarhálva, sum svarar til 30 ECTS-stig.

Stk. 2. Avgerðir, sum skúlin tekur sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til landsstýrismannin.

Stk. 3. Kærur um avgerðir sambært stk. 2 skulu latast leiðara skúlans til hoyringar. Kærarin skal hava høvi at gera viðmerkingar til hoyringarsvarið frá leiðara skúlans í seinasta lagi 7 dagar frá tí degi, at leiðari skúlans skrivliga hevur fráboðað hoyringina fyri kæraranum.

Stk. 4. Leiðari skúlans sendir kæruna, hoyringarsvarið og møguligar viðmerkingar frá kæraranum til landsstýrimannin.

Stk. 5. Freistin at kæra avgerðir sambært stk. 2 er 2 vikur frá tí degi, avgerð skúlans skrivliga er fráboðað kæraranum.

Stk. 6. Kærur um próvtøkur og próvtøkuviðurskifti annars skulu viðgerast sambært kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.

Stk. 7. Skúlin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at grundskeiðið í útbúgvingini til skipsatstøðara verður framt sambært skjali 1 við lýsing av innihaldinum í grundskeiðnum í útbúgvingini til skipsatstøðara.

Gildiskoma

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Mentamálaráðið, 11. november 2015

 

Rigmor Dam (sign.)

landsstýriskvinna

/ Poul Geert Hansen (sign.)

 

 

 

 

 

Skjal 1

 

Lýsing av innihaldinum í endaskeiðnum í skipsatstøðaraútbúgvingini

 

Maskinteknik (8 ECTS-point)

 

Fakevni: Røkt

Við undirvísing skal næmingurin fáa ástøðiligar og yrkisligar førleikar, soleiðis at viðkomandi kann taka lut í fremjan av vanligum fyrifallandi røktararbeiði við teimum røttu amboðunum og evnunum við galdandi krøvum um trygd og heilsusemi fyri eyga.

Krøv til eftirmeting: Intern roynd.

 

Central evni:

1. Handfaring av váða við nýtslu av reingerðarevnum og loysingarevni – persónliga vernd tá arbeitt verður við reingerð og máling, trygd í umhvørvinum, merkingin av vandateknunum, R- og S-setningum og loyninumrum, tilbúgvingar soleiðis at galdandi heilsukrøv og trygdarkrøv verða hildin, undanviðgerð í sambandi við máling, tilbúgving í sambandi við arbeiði at reinsa tangar sum fyribyrging fyri dálking av havinum.

2. Reinsan, máling og sandblásing – meginreglur fyri røkt og reinsing av tangum, ketlum, sentrifugum, rigga til og av útgerð v.m., hátrýstreinsing, sandsláing, nýtslu av el-tólum og lufttrýsttólum.

3. Umvæling og smyrjing – smyrjiskipanina umborð, týdningin av rættari smyrjing, nýtsla av smyrjitalvu, yvirháling og umvæling av pumpum, deksmaskinarí, hjálpimaskinarí og amboð.

 

Fakevni: Maskinlæra, El-læra og røkt av maskinum

Við ástøðiligari og verkligari undirvísing skal næmingurin fáa kunnleika til dieselmotorar og hjálpimaskinarí, sum er neyðug fyri at hjálpa við til og fremja arbeiði í maskinrúmi umborð á skipi við tí neyðugu trygdini fyri eyga. Næmingurin skal lúka treytirnar fyri Elektro Technical Rating (ETR), sbrt. STCW- sáttmálanum, kapittul III/7.

Krøv til eftirmeting: Intern roynd og dugnaskaparroynd í motor sbrt. galdandi førleikakrøvum

 

Central evni:

1. Frøðimál – frøðimál í sambandi við umvælingararbeiði og røktararbeiði við motorum og hjálpimaskinum umframt elektriskum skipanum.

2. Dieselmotorar – arbeiðsgongdina í einum dieselmotori, høvuðslutir og skipanir (brenniolja, smyrjiolja, kølivatn og startluftskipan), greiðsla, seta í gongd og steðga einum dieselmotori, passa ein dieselmotor sum er í gongd umframt eftirlit ásett av tíðini motorurin hevur verið í gongd, meting av hvør eftirlitstørvur er neyðugur at fremja tá órógv er í maskinarínum.

3. El-arbeiði – amboð, sum nýtt verða til elektriska uppseting, rætta fremjan av elektriska uppsetan, meginreglur fyri rættari nýtslu av tilfari og lutum í sambandi við el-arbeiði, trygd í sambandi við el-arbeiði.

 

Fakevni: Hydraulik, automatión og køliskipanir

Við undirvísing skal næmingurin fáa kunnleika til grundleggjandi hydrauliskar skipanir, soleiðis at viðkomandi kann hjálpa til við ella fremja eftirlit og umvælingar av hydraulisku skipanunum umborð í skipum. Við ástøðiligari og verkligari undirvísing skal næmingurin fáa kunnleika til automatión og køliskipanir, soleiðis at viðkomandi kann fremja einfaldar uppgávur við at finna feilir, at passa og røkta køliskipanir umborð á skipi.

Krøv til eftirmeting: Intern roynd

 

Central evni:

1. grundleggjandi kunnleika til hydraulisk evni – meginreglur fyri virknaðarhættir í skipanunum, lutir í hydrauliskum skipanum, teirra virknaðarháttur og virki, útrokning av sylindaramegi, dagligt efitrlit, oljuanalysu og handfaring av oljufiltrum.

2. Grundleggjandi kunnleika til køliskipanir – meginreglur fyri virkishættum í køliskipan, undir hesum skipanir til proviant, farm, lufting og kølibingjum, lutir í eini køliskipan, teirra virkisháttur og virki.

3. Stýring og eftirlit við køliskipan – lesa av trýst og temperatur, einfalda stýring av kølislipan, dagligt eftirlit, røkt av kølibingjum.

 

Sjómansskapur. Trygd og arbeiðsumhvørvi (9 ECTS-stig)

 

Fakevni: Sjómansskapur

Við undirvísing skal næmingurin fáa teir neyðugu førleikarnar, soleiðis at viðkomandi, uttan arbeiðslýsingar og tekningar, kann gera arbeiði umborð við togverki, veirum og útgerð til surring umframt at fremja smærri flutningsuppgávur við ymiskum sløgum av kranum.

Krøv til eftirmeting: Intern roynd

 

Central evni:

1. Handfaring av kranum og lyftiútgerð – ástøðiligar og verkligar uppgávur við kranum, lyftumegin hjá krókum og aðrari lyftiútgerð, týdningin av teknum til handfaring og merking av bingjum, nýtslu og orsøkir til vrakan av lyftiútgerð og taljum, nýtslu av kranum til at lyfta oljuslangur og íseting av hesum á greinrør.

2. Handfaring av flutningsarbeiði – leiða flutningsarbeiði við at geva tekin og vegleiðing umvegis radio, nýtslu av kranum til flutning av ymiskum smærri byrðum við øllum trygdarreglum fyri eyga..

3. Arbeiði við surring – surring av ymiskum tilfari á einum trailaradekki, undir hesum stúva av farm við luftkoddum.

4. Trygd – tilbúning, so krøv um trygd fyri einum sjálvum og umhvørvinum á kranadekki og trailaradekki verða hildin.

 

Fakevni: Sjótrygd og maritim vernd

Við ástøðiligari og verkligari undirvísing skal næmingurin fáa førleikar innan sjótrygd, nýtslu og røkt av bjargingarútgerð, sum er neyðug fyri at gerast partur av trygdarmanningini umborð á skipi.

Krøv til eftirmeting: Intern roynd umframt prógv fyri nýtslu av bjargingarbátum, bjargingarflakum, og mann yvir borð bátum sbrt. galdandi førleikakrøvum.

 

Central evni:

1. Grundleggjandi sjótrygd og bjargingarútgerð – fyribyrging av ymiskum vandum og skipbroti, uppihald í køldum vatni og viðgerð av persóni við kuldaskaða, nýtsla og krøv til bjargingarútgerð og tess útbúna nýtslu av persónligari bjargingaútgerð og selar til bjarging við tyrlu.

2. Samskifti, tilbúgving, alarm og evakuering – nýtslu av skipanum av evakuering í sambandi við bjargingarflakar og bjargingarbátar, rætta nýtslu av samskiftisútgerð í neyðstøðu og neyðsignal, rættan atburð í mun til mynstringarrullur, alarmsignal og evakueringsskipanir.

3. Sjóbjarging við nýstlu av bjargingarflakum og bjargingarbátum – at seta út, sigla og taka upp bjargingarbát og flakar sum eru at lora niður við øllum trygdarreglum fyri eyga, venda koppaðum flaka, bygnaðin hjá sjóbjargingartænastuni og bjarging við tyrlu.

4. Røkt av bjargingarútgerð – eftirlit við bjargingarbátum og røkt av bjargingarútgerð.

5. Maritim trygdartilbúgving – trygdarskipan og trygdartilbúgving, vandar og trygdartiltøk, sbrt. galdandi førleikakrøvum, kunnleika til viðurskifti við fangatøku og avleiðingar av hesum.

 

Fakevni: Arbeiðsumhvørvi

Við undirvísing skal næmingurin fáa førleikar inna arbeiðsumhvørvi, trygd og fyribyrging av váða, sum er neyðugur til at fremja arbeiðið umborð á ein tryggan og heilsugóðan hátt. Harumframt skal næmingurin hava lært seg ein hugburð til arbeiðstrygd, soleiðis at viðkomandi er tilvitaður um týdningin av einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi.

Krøv til eftirmeting: Intern roynd

 

Central evni:

1. Tjóða og altjóða reglur á økinum – lógir, kunngerðir og tøkniligar fyriskipanir, sum hava týdning fyri trygdina hjá einum sjálvum og øðrum, Søfartsstyrelsens meddelelser A, IMDG- kotan, umframt merking av vandamiklum farmi, uppbygging og týdningin av ISM- kotuni fyri trygd umborð á skipi.

2. Fyribyrging og rættur atburður í sambandi við trygd – fyribyrgjandi arbeiði við trygd umborð á skipi, hættir til fyribyrging av vanlukkum umborð, vandar við flutningi av vandamiklum farmi, eyðkenni fyri loka rúm, vandar og at taka rætt fyrivarni tá ið farið verður inn í loka rúm, sýning av hvussu farast skal inn í lokað rúm.

3. Arbeiðsumhvørvi – endamálið við metingini av arbeiðsplássinum, fremjan og nýtsla av metingini av arbeiðsplássinum, nýtsluleiðbeiningar á arbeiðsplássinum, nýtsluleiðbeiningar frá veitarum, viðurskifti viðvíkjandi sálarligum arbeiðsumhvørvi umborð, umframt hvíldar reglur, vaktarskipanir, frítíð v.m.

4. Verndarútgerð og fyrivarni – nýtsla av verndarútgerð til ymiskar uppgávur sambært galdandi leiðreglum.

 

Yrkisparturin (13 ECTS- stig)

 

Fakevni: Verstaðsparturin – verkætlanararbeiði

Sum framhald av tí handiliga partinum skal næmingurin ogna sær størri ástøðiligar og verkligar handiligar førleikar, soleiðis at viðkomandi kann nýta hesar førleikar bæði til ráðlegging og fremjan av maskintøkniligari røkt og umvæling.

Krøv til eftirmeting: Intern roynd

 

Central evni:

1. Teknisk dokumentatión – reglur og vegleiðingar fyri tekningum, framleiða egið tilfar til dokumentatión, møguliga við nýtslu av KT, nýtslu av tekniskari dokumentatión tá ið ráðlagt verður um ábøtur, røkt og umvælingar.

2. Tilfarslæra – rætta nýtslu av byggitilfari, krøv um styrki, formstabilitet, tættleiki og tæringur, nýtileiki í sambandi við framleiðsluhættir og arbeiðshættir, hitaviðgerð av ymiskum tilfari, kanning av ymiskum tilfari, hóskandi nýtsla av tilfari sum skal skoytast saman, hóskandi hættir til at skoyta saman tilfar og hóskandi nýtslu av pakki tilfari.

3. Verkstaðartøkni – amboð og mátiútgerð, útgerð og arbeiðshættir, røtt nýtsla av komponentum og hættir at samla og skilja sundur, hættir at meta um standi á eini legu og kanning av rivum í maskinkomponentum.

4. Arbeiðið við skrúvustikk og maskinum – umvæling og røkt, amboð og onnur útgerð, amboðsmaskinur og trygd tá ið arbeitt verður við hesum, brúkara eftirlit, meting av momentkrøvum v.m., rættar hættir tá ið sett verður saman undir hesum loyvd frávik.

5. Varmaelvd samaskoyting – sveisiútgerð og skeribrennari og trygd í sambandi við nýtslu, TIG-sveising í vanligt stál, MAG-sveising, ljósbogasveising við elektrodu, skeribrenning við ilt og gass.

 

Fakevni: Verkætlan

Næmingurin skal í samansettari uppgávu, í samstarvi við aðrar næmingar, sýna teir handaligu førleikar innan tær greinar sum næmingurin hevur lært í útbúgvingargongdini.